Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Bjarni Djurholm á Facebook: Útnorðurráðið hevur ferðast fyri góðar 900tús. kr í valskeiðinum, visti Kvf at siga. 

Har eru 6 limir, sum møta til ráðløgdu fundirnar í útnorði. Nógvir pengar, so er at vóna at nýtslan er javnbær við úrslitini.

Samstundis visti KvF at siga, at umboðini í Norðurlandaráðnum hava ferðast fyri 800tús. kr.

Har eru bara tveir limir, so nýtslan pr. høvd er 400tús. móti í meðal 150tús kr pr. lim í útnorðurráðnum.

Vónandi eru úrslitini í Norðurlandaráðnum 2-3 ferðir betri enn í útnorði?

Umroknað pr. lim í Útnorði og Norðurlandaráðnum, har fundarvirksemið er ráðlagt aðrastaðni, eru tølini kortini ikki nógv móti ferðahuginum hjá (summum) landsstýrisfólkum, har støku landsstýrisfólkini oftast sjálvi "finna uppá" ferðir.

Topp- og botnskorðarar
Pr. november 2018 (góð trý ár inni í valskeiðinum) visti VP at siga, at landsstýrismaðurin í vinnu- og uttanríkismálum hevði ferðast fyri 907tús kr. Hann hevði verið uttanlands 39 ferðir - m.a. til USA, Sveis, Turkalandi, Japan, tvær ferðir í Kina osfr.

Um úteiðslurnar standa mát við úrslitini - ja, eingin spyr.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði pr. nov. 2018 ferðast fyri 258tús kr. Har hava úrslitini verið meira enn ivasom.

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, hevði ferðast fyri góðar 192.000 krónur, meðan landsstýriskvinnan í mentamálum fyri 164.000 krónur. 

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevði reist fyri 130.000 krónur.

Meðan landsstýrismaðurin í samferðslumálum bara hevði ferðast fyri 30 tús. kr til nov. í fjør (Henrik Old).

Einki frættist frá Fíggjarmálaráðnum og Løgmansskrivstovuni samb. VP, men samanlagt var landsstýrismaðurin í vinnu- og uttanlandsmálum suverenur toppskorðari, við fleiri ferðakrónum enn øll hini samanlagt, góð trý ár inni í valskeiðinum.

Kanska frætta vit meira um allar hesar útreiðslurnar í KvF í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo