Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Vinna

Føroyskir veitarar fáa sera góð skoðamál frá ferðafólkum, ið hava verið í Føroyum í ár. Á Guide to Faroe Islands fáa føroysku ferðavinnuveitararnir í miðal 4.9 av 5 stjørnum frá teimum útlendsku ferðandi, og føroyskir ferðaleiðarar fáa nógv rósandi orð við á vegnum.

Ferðavinnan í Føroyum er í stórari menning og veksur ikki bara í vavi, men eftir øllum at døma eisini í dygd. Í øllum førum lata ferðafólk í Føroyum nú sera væl at nógvu ferðavinnutilboðunum, sum veitarar kring landið eru farnir at veita.  

Savningarstaðið fyri føroysk ferðavinnutilboð, Guide to Faroe Islands, hevur savnað fleiri enn 150 ymisk ferðavinnutilboð frá yvir 50 føroyskum veitarum á einum stað, og her ber eisini til hjá ferðafólkum at geva sína hugsan til kennar um ferðavinnutilboðini, tey uppliva her á landi.

Av teimum nærum 200 ummælum, sum útlendsk ferðafólk higartil hava givið føroyskum ferðavinnuveitarum, geva tey allarflestu bara rósandi orð og 5 av 5 stjørnum. Í miðal fáa ferðavinnuveitararnir heili 4.9 stjørnur frá útlendsku gestunum.

Millum ummælini, sum útlendsk ferðafólk geva føroyskum veitarum á síðuni, ljóða stórar rósur so sum "Eg vildi ynskt, at eg kundi givið hesum óavmarkaðar stjørnur" og "Veruligi gimsteinurin á túrinum var okkara ferðaleiðari".

Nógvu góðu ummælini benda á, at tænastan hjá veitarunum í Føroyum er professionel og á einum hægri stigi enn tað, sum útlendsku ferðafólkini vænta og vanliga uppliva.

Guide to Faroe Islands hevur sum endamál at leggja lunnar undir eina burðardygga og væl skipaða ferðavinnu í Føroyum og leggur seg eftir at fáa ferðavinnuna at blóma kring alt landið. At geva útlendsku ferðafólkunum møguleika at ummæla føroyskar ferðavinnuveitarar og -tilboð er partur av hesum endamáli, og hugsjónin er tann, at ummælini eru við til at menna føroysku ferðavinnutilboðini at gerast enn betri.

Í strembanini eftir at hava eina vælvirkandi føroyska ferðavinnu arbeiðir Guide to Faroe Islands tætt saman við myndugleikum og øllum áhugabólkum í føroysku ferðavinnuni til tess at laga ferðafólkatilboð og bókingar eftir teirra ynskjum og treytum. Felagið er eisini í regluligum samskifti við veitarar um afturmeldingarnar frá útlendsku ferðafólkunum um, hvat kann gerast betri og tillagast.

Vinnuframi hevur stuðlað Guide to Faroe Islands.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo