Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

606 mió kr í útfluningsvirði skapti ferðavinnan í 2016, sum eru nýggjastu tølini sum eru tøk.

Talan er um ein vøkstur uppá 6,7% í mun til árið frammanundan.

607 ársverk vóru í vinnuni sum eisini stóð fyri 6,4% av samlaða føroyska útflutninginum, sæst í seinastu ársfrágreiðing frá Visit Faroe Islands.

Verður hugt at bruttovinninginum í vinnuni undir einum sæst, at talan er um ein vøkstur uppá heili 91% í fimm ár - úr 165 mió kr í 2011 til 316 mió kr í 2016. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo