Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Vinna

Gott og væl 80 fyritøkur sum fáast við ferðavinnu hava stevnimøti í Norðurlandahúsinum í dag.

Tað gera tey á árliga ferðavinnutiltakið Visit Faroe Islands.

Umleið 40 seljarar úr Føroyum hitta umleið 50 keyparar úr so fjarskotnum londum sum Russlandi, Kanada, og Australia, umframt øðrum londum. Keypararnir hava allir tað í felag, at teir senda ella ætla at senda ferðafólk til Føroya. Tí vilja teir fegnir koma í samband við føroyskar fyritøkur, sum selja upplivingar, flutning, gisting og annað líknandi í Føroyum.

Á skránni í dag eru verkstovur har keyparar og seljarar hava møguleika at hittast og vita, um eitt samstarv møguliga kann spyrjast burturúr.

Guðrið Højgaard frá Visit Faroe Islands sigur, at tey við vilja hava avmarkað talið á keyparum, so tað ikki blívur ov stórt og trupult hjá føroysku fyritøkunum. Tí liggur talið á keyparum á umleið hálvthundrað hvørt ár.

- Men nógv fleiri føroyskar fyritøkur, sum selja vørur og tænastur í ferðavinnuni, bjóða seg fram í ár í mun til í fjør. Talið er vaksið frá umleið 30 í fjør til umleið 40 í ár, sigur hon við VP.

Á skránni eru eisini útferðir sum útlendsku keypararnir kunnu melda seg til, so teir sleppa at uppliva tað, sum føroyingar hava at bjóða fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo