Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Komandi hóskvøld skulu atkomuviðurskiftini við nýggja Marknagilsdepilin viðgerast á býráðsfundi. Avgerð er tikin um at seta ferðsluljós upp við tvey av vegamótunum millum Glasir og Marknagilsvegin, og væntast hesi at koma til landið ein av fyrstkomandi døgunum. 

Uppskotið, ið býráðið nú skal taka støðu til, er ein partur av heildarverkætlanini, sum fevnir um vegagerðina til Glasir, Skúlan á Fløtum og Musikkskúlan. Ítøkiliga snýr hendan viðgerðin seg um vegastrekkið millum bæði ferðsluljósini norðan fyri Glasir. Av tí at Marknagilsvegurin er so breiður, er ikki neyðugt at gera so umfatandi broytingar, at arbeiðið fer at ávirka ferðsluna nevnivert. Tó skulu tillagingar gerast, soleiðis at vegurin verður býttur í trý spor, umframt at ferðslulummar til bussin og súkklubreytir á báðum síðum skulu gerast.

Tórshavnar kommuna arbeiðir miðvíst við at betra um ferðsluviðurskiftini í Marknagili. Nógv trýst kemur at vera á økið, tá allir tríggir skúlarnir standa klárir, og tí er alneyðugt at skipa og betra um ferðsluviðurskiftini, soleiðis at ferðslan glíður so smidliga sum gjørligt. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo