Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Seinnapartin leygardagin hendi eitt ferðsluóhapp í Svínoy. Sum skilst, so var eingin í bilinum, sum fór á rull undan húsunum hjá eigaranum.

Nógv fólk var til gongu eftir vegnum, tí bæði Ritan og tyrlan skuldu avstað, men tíbetur hendi eingin fólkaskaði.  

Tað gekk skjótt, so hevði gravkúgvin í oynni, tikið bilin uppaftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo