Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
Onnur tíðindi

Ein maður er fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar eftir eitt ferðsluóhapp á Ovaravegi í Vestmanna í kvøld.

Politiið fekk fráboðan um óhappið stutt fyri klokkan 19 í kvøld. Vakthavandi á politistøðini sigur, at ein bilur rendi á ein lyktapela og bilurin fór rættuliga illa. 

- Bilførarin, ein ungur maður, er eisini fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, verður sagt.

Sum skilst er talan kortini ikki um álvarsligan persónsskaða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo