Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Ferðslupatruljan gjørdi kanningar í Vágum frá tíðliga í morgun, og vóru 91 akfør kannað.

22 rapportir vóru skrivaðar.

Millum annað høvdu 9 akfør lyktafeil.

Sjey persónar høvdu ikki koyrikortið við sær.

Ein persónur koyrdi uttan trygdarbelti.

Tvey prutl vóru eisini steðgað, og hvørgin av persónunum hevði koyrikort. Persónarnir áttu ikki prutlini sjálvir, so eigararnir verða eisini skuldsettir.

Umframt hetta vóru so eisini 18 átalur fyri smærri brot.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo