Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Útlendis ítróttur

- Eric Cantona, Paul Scholes, Ryan Giggs og Cristiano Ronaldo eru teir einastu leikararnir sum eg havi vant og sum hava verið í heimsflokki.

Tað skrivar fyrrverandi venjarin í Manchester United, Sir Ferguson, í nýggju bók síni Leading.

«Um tú lesur bløð ella hoyrur sjónvarps-viðmerkjarar í dag, so er heimurin fullur av sonevndum leikarum í heimsflokki.

- Men eftir mínari meting, so finnast bara tveir sovorðnir leikarar í dag: Lionel Messi og Cristiano Ronaldo.

- Eg ætli ikki at niðurgera ella finnast at nøkrum av hinum góðu leikarunum, eg havi havt øll míni 26 ár sum venjari, men bert fýra av teimum vóru í heimsflokki, og eru teir Eric Cantona, Paul Scholes, Ryan Giggs og Cristiano Ronaldo, slær Ferguson fast.

Sir Ferguson skrivar eisini um Moyes-valið og sigur, at Moyes als ikki lá ovast á listanum, tá ið nýggjur venjari skuldi útnevnast.

- Guardiola, Mourinho, Ancelotti, Klopp og Van Gaal vóru nøvnini sum fyrst vóru roynd, men tað eydnaðist ikki at fáa hesar venjarar, tí mátti Manchester United taka val nummar seks, sum var David Moyes.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo