Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Komandi árini ger Tórshavnar kommuna neyðugar íløgur, sum flyta kommununa fram á leið. Tórshavnar kommuna hevur sett sær fyri at hyggja longur fram, tá ið kjølurin til framtíðar íløgur verður strektur. Íløgurnar skulu tryggja ein samanhang í øllum virkseminum.

Nógvar avbjóðandi og spennandi uppgávur eru fyri framman, sum skulu tryggja eitt virkið og vakið stað við trivnaði og vøkstri. Mongu góðu tilboðini til borgarar í øllum aldri halda fram. Vit leggja serligan dent á fýra øki. Bústaðir, okkara gomlu, vinnu og mentan og skúli.

Sáttmálabundnu íløgurnar síggjast aftur, nú fleiri stórar verkætlanir eru í gerð. Peningur er eisini settur av til fleiri bráðneyðugar íløgur umframt til aðrar neyðugar íløgur.

Fíggjarætlanin er løgd út frá tí fortreyt, at skattaprosentið verður hitt sama komandi árið, og at barnafrádrátturin framvegis er millum teir hægstu í landinum. Hetta skapar tær bestu fortreytirnar fyri vøkstri og trivnaði.

Á fíggjarætlanini fyri 2018 eru samlaðu inntøkurnar mettar at verða 951 mió. kr. bornar saman við 868 mió. kr. fyri 2017. Vøksturin er 9,6 prosent. Av hesum eru rakstrarútreiðslurnar mettar at verða 737 mió. kr., ið er ein vøkstur á 4,5 prosent. Her er lagt upp fyri einum lønarvøkstri á 2%. Vøksturin fer serliga til umlætting, integrasjón, viðlíkahald og bygningsrøkt, ferðavinnu, ungdómshús á Argjum, Westward Ho og til smærri ítróttarøki - undir hesum eisini viðurskiftini á Tórsbreyt. Nýggjar hallir og nýggjur vøllur er tikin í nýtslu, og tað økir eisini um raksturin.

Í 2018 eru settar av 197,8 mió. kr. til íløgur.

Inntøkumetingar fyri 2018
Kommunuskatturin í 2018 er mettur at verða 758 mió. kr., og tað er ein hækking upp á 8,9 prosent borið saman við fíggjarætlanina fyri 2017.

Partafelagsskatturin er mettur at verða 30 mió. kr.

Okkara gomlu
Vit gerast fleiri eldri. Hetta kjarnuøki í okkara vælferðarsamfelagi fer at vaksa komandi árini. Og longu nú síggja vit, at tørvurin er átrokandi á búplássum og øðrum tænastum til okkara elstu borgarar. Tí fáa umstøðurnar hjá okkara gomlu borgarum fremstu raðfesting. Komandi árini seta vit 150 mió. kr. av til ein eldrapakka. Í 2018 fara 20 mió. kr. til ávikavist at út- og umbyggja Tjarnargarð og til nýggjan depil til umlætting og endurvenjing. Hesar verkætlanir geva okkum 20 umlættingarpláss og 10 pláss til samdøgursendurvenjing. Við hesi ætlanini styrkja vit tilboðini til tey heimabúgvandi og teirra avvarðandi. Nýggju plássini merkja eisini, at 9 búpláss á verandi røktar- og ellisheimum gerast tøk.

Á Tjarnargarði verða gjørd serlig demensumlættingarpláss, har vit haraftrat savna fleiri tilboð, sum vit hava at bjóða teimum, hvørs minni er farið at bila.

Skjøtul er settur á at fyrireika nýtt røktarheim. Komandi tíðina verður gjørd byggiskrá, og leisturin fyri verkætlanina verður lagdur. Og í hesum viðfangi eru samráðingar við vinnuna um at byggja privatar íbúðir og eldraíbúðir. Hesar fara eftir ætlan at liggja upp at røktarheiminum. Hetta er fyrstu ferð, at vit í Føroyum royna henda leistin, har fólk, sum hava tørv á samdøgursrøkt búgva í egnari íbúð - eisini hjún.

Bústaðir og fríðkan
Vit halda fram at menna býin. Tórshavnar kommuna er vaksin nógv seinastu fáu árini. Vit eru oman fyri 21.000 borgarar, og tað er umframt met samstundis meira enn 1.000 fleiri borgarar enn fyri trimum árum síðani. Saman við fleiri stórum byggiverkætlanum setir hetta stór krøv til býarkervið. Tí seta vit ein bústaðarpakka í verk.

Við Klingrutjørn á Argjum verða 43 grundøki boðin út fyrsta dagin. Í Nólsoy verða 5 boðin út, og farið verður undir at selja seinastu grundøkini í Kaldbak. Millum 80 og 100 bústaðir verða fyrireikaðir í Hoyvík. Játtan er sett av til miðbýarætlanina, frílendisætlanina og lendisgøtur.

Komandi trý árini verður bøur í Tórshavnar kommunu vetrarfriðaður við fastari upphædd.

Býarkervið
Í løtuni er Tórshavnar kommuna í samráðingum við IRF um eitt felags tyrvingarpláss. At samskipa, so undan slepst at gera somu íløgu á tveimum plássum, er skynsamur fíggjarpolitikkur.

Eysturoyartunnilin er liðugur um hálvt triðja ár, og tá verður ferðslutrýstið uppaftur størri, enn tað er í dag. Nýggjur innkomuvegur er raðfestur komandi árini.

Úti í Marknagili fer ferðslan at økjast nógv, tá ið Glasir verður tikin í nýtslu, og tá ið Skúlin á Fløtum og Musikkskúlin eru bygdir. Nýhugsandi ferðsluloysn verður gjørd til størsta og fremsta skúlaøkið í landinum.

Kloakkskipanin skal eisini víðkast og umvælast. Settar verða 10 mió. kr. árliga komandi árini.

Aðrar týðandi íløgur komandi árni eru kirkjugarðarnir í Hoyvík og við Velbastaðvegin. Íalt eru 18,5 mió. kr. ætlaðar kirkjugørðunum.

Arbeitt verður eisini við at útvega fleiri parkeringspláss í býnum.

Vinnan
Miðdepilin í Føroyum fyri tænastur og vørur er her í Tórshavnar kommunu. Tað er avgerandi neyðugt, at vinnan hevur bestu umstøður at virka undir, og at hon fær møguleika at styrkja sína støðu sum drívmegi fyri nýhugsan og framburði. Geva vit vinnuni allarbestu fortreytir, ger hon íløgur og skapar soleiðis nýggj arbeiðspláss.

Ferðavinnan er í vøkstri, og tí seta vit eisini pening av til hesa vaksandi vinnu. Nýggja álitið um ferðavinnu, sum er samtykt, skal menna eina skipaða og burðardygga ferðavinnu, ið toyggir seg yvir alt árið.

Havnarútbyggingin heldur fram.

Ítróttur, skúli og mentan
Ítróttur hevur sín týðandi leiklut í einum virknum og vaknum høvuðsstaði. Ítróttin raðfesta vit ovarlaga. Tórsvøllur verður gjørdur liðugur, og kommunan rindar helmingin av hesari íløguni. Tá ið vestursíðan er umbygd, hava Føroyar nútímans karmar at hýsa altjóða fótbólti nógv ár fram í tíðina.

Peningur er settur av til fyrireikandi arbeiðið at gera golfvøllin. Golf er skjótast vaksandi ítróttagreinin kring stóran part av heiminum. Umframt at hava stóran ítróttaligan, fólksligan og ferðavinnuligan týdning, er golfvøllurin á Glyvursnesi eisini eitt stórt náttúrufríøki í høvuðsstaðnum við alskyns møguleikum fyri heilsugóðum virksemi, trivnaði og upplivingum bæði hjá yngri og eldri.

Eisini verða gjørdar íløgur í smærri ítróttarøki til tess at betra um trivnaðin í miðbýnum.

Sáttmálabundnar íløgur
Stóru sáttmálabundnu íløgurnar eru Skúlin á Fløtum, Musikkskúlin og Tórsvøllur. Settar eru 100 mió. kr. av til Skúlan á Fløtum í 2018, í 2019 eru settar av 122 mió. kr. og í 2020 verða játtaðar 92 mió. kr. til størsta fólkaskúlan í Føroyum. Áhugin fyri tónleiki er stórur, og tí gleða bæði nógv børn, foreldur og lærarar seg til várið 2019, tá ið Musikkskúlin eftir ætlan verður liðugur. Í 2018 og 2019 eru settar ávikavist 44 og 18 mió. kr. av til Musikkskúlan.

Aðrar stórar íløgur
Miðað verður ímóti, at íløguætlanin hjá Tórshavnar kommunu toyggir seg yvir fleiri ár í framtíðini. Tórshavnar kommuna vil, at íløguloftið heldur seg niðan fyri 150 mió. kr. árliga.

Stórar og neyðugar íløgur liggja fyri stavn, ið allar skulu veita sítt týðandi íkast til trivnað og vøkstur.

Stóru íløgurnar verða raðfestar komandi árini: Nýtt røktarheim, innkomuvegur og ferðsluloysn í Marknagili, langhylur og nýggjur dagstovnur.

Okkara fremsta mál er at varðveita og menna eina virkna og vakna kommunu. Tí tað eru virknir borgarar og eitt virkið vinnulív, sum skapa eina góða kommunu við trivnaði og fjøltáttaðum tilboðum.

Vit leggja dent á gott samstarv í býráðnum millum andstøðu og samgongu, so allir býráðslimir í felag kunnu vera við til at taka allar neyðugar avgerðir og flyta okkum fram á leið.

Annika Olsen
borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo