Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Stjórin á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðn<wbr />um segði í útvarpinum í gjár, at tey ikki tosaðu við umboð fyri Føroya Pedagogfelag, men bíðaðu eftir at semingsmaðurin kallaði partarnir inn aftur til seming, og somu støðu tykjast umboðini fyri KAF at hava.

Vit skulu við hesum átala, at almenn arbeiðsgevaraum<wbr />boð soleiðis kasta ábyrgdina frá sær, tí tað kann ikki vera rætt, at umboð fyri Fíggjarmálaráði<wbr />ð og KAF ikki kenna tað sum sína ábyrgd at fáa í lag aftur samráðingar við Føroya Pedagogfelag, nú trætan hevur staðið við í ein mánaða.

At boða alment frá, at umboð fyri land og kommunur sita hendur í favn og bíða eftir semingsstovninu<wbr />m er tekin um manglandi vilja ella viðurkenning av, at tað eru samráðingarpart<wbr />arnir og eingin annar, sum hevur ábyrgdina av at semja fæst um nýggjan sáttmála.

At koma við ósannindum um avleiðingarnar av stríði, sum umboðini fyri Fíggjarmálaráði<wbr />ð og KAF hava ábyrgdina av, í staðin fyri at royna at fáa samráðingarnar tiknar upp aftur, er átaluvert.

Vit skulu við hesum lýsa okkara fulla stuðul til Føroya Pedagogfelag í stríðnum fyri krøvum teirra.

Tórshavn, tann 08.01.2018

Føroya Arbeiðarafelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo