Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Onnur tíðindi

Arbeiðið at byggja Tórshavnar Musikkskúla gongur væl. Tveir bygningar verða í skúlanum. Í størra bygninginum verða undirvísingarhøli umframt fyrisiting og annað. Minni bygningurin er til framførslur og venjingar. Pláss verður til umleið 300 áskoðarar.

Mánadagin 20. Novembur vórðu síðstu takelementini løgd á Orkesturhøllina. Skandek A/S hevur framleitt takelementini. Talan er um størstu takelement í søgu felagsins. Størsta elementið er 23 metrar langt og 1 metur høgt.

Myndir eru at síggja HER.

Í næstu viku verða betongelement (hæddarskilnaður) løgd á fyrstu hæddina á størra bygninginum.

Húsavarðartænastan er høvuðsarbeiðstakari. Arkitektateknistovan Kontrast hevur teknað og verkfrøðingar eru HMP, SMJ og LBF.

Skúlin verður liðugur á vári 2019.

Myndir og filmsbrot: Kontrast
HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo