Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Krutl

- Í samband við at vit í summar klintraðu upp á 313 metrar høga Trøllkonufingur, hava vit gjørt ein film, sum kókar tann 47,5 tímar langa klintritúrinum niður í 2 minuttir (sí niðanfyri).

- Tað var tann 6.-7. juli, at vit fýra – John Petersen, Jóhannus Hansen, Pætur Jørðdal Niclasen og Bergur Mikladal – klintraðu upp á gátuføra fingurin, sum rísur 313 metrar upp úr Norðuratlantshavinum.

- Sum nakað nýtt varpaðu vit myndir út á internetið meðan vit klintraðu í samstarvi við Vodafone.

- Túrurin tók áleið 47,5 tímar, har vit yvirnáttaðu uppi á Ovaraskaði, 260 metrar uppi, siga teir fýra í einum tíðindaskrivi.

--------------------

Filmurin sæst her: https://youtu.be/24X9FpeSASY

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo