Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Nú er hann her, filmurin um nýggjárið í Vági

Á heysti 2017 tók Nýggjársnevndin í Vági avgerð um, at filmur skuldi gerast um nýggjárshaldið í Vági, og heitt varð á teir báðar Una Arge og Hans Petur Hansen um at standa fyri filminum.

Í desember í fjør, serliga í døgunum rundanum nýggjárshaldið við øllum fyrireikingunum til stóra tiltakið, vóru Uni og Hans Petur í Vági og gjørdu upptøkur og samrøður.

Ikki minst so var eitt heilt filmslið í gongd til sjálvt tiltakið á nýggjársaftan, tá upptøkur vórðu gjørdar bæði av faklagongu, bálinum, fýrverki o.ø.

- Endamálið við filminum er at geva eina mynd av nýggjárshaldinum í Vági, sum jú hevur eina meiri ein 50 ára langa søgu í Vági, sigur Búi Dahl, formaður í Nýggjársnevndini, og leggur afturat, at Nýggjársnevndin er sera væl nøgd við filmin.

Filmurin, sum ber heitið "Nýggjár í Vági - ein filmur um samanhald", er umleið 45 minuttir til longdar. Hann verður liðugt prentaður í januar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo