Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Starvsmannafelagið: Aftur í ár er stórur áhugi fyri at bjóða seg fram at standa í fremstu røð í fakfelagsarbeiðinum hjá Starvsmannafelagnum.

Tá freistin at boða frá uppstilling til nevndarval, var úti á midnátt fríggjakvøldið 1. februar, høvdu fimm fólk bjóða seg fram sum valevnir til nevndina. Tvær kvinnur og tríggir menn. Sostatt verður aftur í ár kapping um at koma í nevndina hjá Starvsmannafelagnum.

Tey fimm valevnini, sum bjóða seg fram, eru í bókstavarøð:

Hilmar Augustinussen, Gjaldstovan
Jóngerð Simonsen, Akstovan
Noomi Káradóttir Rasmussen, Sunda kommuna
Rúni Lisberg, Strandfaraskip Landsins
Svend Erik Saxov, Landssjúkrahúsið

Tvey av hesum sita í dag í nevndini hjá Starvsmannafelagnum, og tey eru Hilmar Augustinussen og Jóngerð Simonsen.

Nevndarlimirnir verða valdir fyri trý ár í senn. Aðalfundurin hjá Starvsmannafelagnum verður í Smæruni 9. mars 2019.

Talgilt undanval
Eins og tvær tær undanfarnu ferðinar, skipar Starvsmannafelagið aftur hesaferð fyri talgildum undanvali til nevndarvalið. Hetta er eitt høvi hjá limum felagsins, ið ikki koma á aðalfundin, at greiða atkvøðu.

Undanvalið byrjar leygardagin 16. februar og til ber at velja til fríggjadagin 8. mars kl 15.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo