Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur fingið svar uppá spurning sín til Leu Wermelin, Umhvørvis- og Matvøruráðharra, um hví føroyingar ikki sleppa at hava við sær grind til Danmarkar.

Men hann er ikki nøgdur við svarið.

- Í svarinum, sum er hjálagt, endurtekur ráðharrin bert ásetingarnar úr kunngerðini, og staðfestir veruleikan. Tað er als ikki nøktandi.

Lea Wermelin, Umhvørvis- og Matvøruráðharri, vísir í svarinum á, at Danmark fylgir ásetingum viðvíkjandi hóttum djóra- og plantusløgum hjá ES. Har er grindahvalur – av órøttum – skrásettur sum hótt djóraslag. Í ST-ásetingum verður grindahvalur ikki flokkaður sum hótt djóraslag.

Tó eru serlig undantøk í Danmark, sum hava við sær, at hvalakjøt í ávísum førum kann innflytast úr Føroyum og Grønlandi til Danmarkar. Tað er loyvt at innflyta upp í 10 kilo av tvøsti til Danmarkar til egna nýtslu, um ein hevur fingið loyvi frá bæði donskum og føroyskum myndugleikum fyrst.

Um ikki loyvini eru komin upp á pláss, kann ein vænta sær 5.000 krónur í bót fyrstu ferð, og 10.000 krónur aðru ferð ein hevur tvøst í viðførinum.

Í somu kunngerðini vera sersømdir givnar til Grønland, sum merkir, at grønlendingar ikki fáa nakra bót, men einans frátikið grindina og eina ávaring. Í sínum svari greiðir Lea Wermelin eisini frá, at bara seinastu trý árini, hava fimm føroyingar fingið bøtur fyri at hava tvøst við sær til Danmarkar.

- Hetta er als ikki í lag, heldur Sjúrður Skaale.

- Fyri tað fyrsta er grindahvalurin ikki – sum staðfest verður í ST-ásetingum – eitt hótt djóraslag.

- Fyri tað annað, hava Føroyar við grindalógini frá 2015 fingið greiðar mannagongdir fyri, hvussu grindadráp skulu skipast. Tað er – serliga sammett við tað, sum hendir á sláturhúsum kring heimin – á allan hátt ein burðardygg og skynsom veiða.

- Í triðja lagi er tað sjálvsagt ikki í lagi, at føroyingar og grønlendingar ikki eru líka fyri lógini. Tí verður málið ikki slept, sigur Sjúrður Skaale.

Les alt svarið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo