Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Vinna

Fimm línuskip lfara at anda á fiskamarknaðinum hesa vikuna. Tey hava fiska við Ísland og hini trý við Føroyar. Tey hava ein blandig av toski, hýsu, longu og brosmu. Tvey línuskip eru nýliga byrjað túr við Ísland og koma tí neyvan at landa í vikuni. Okkurt línuskip liggur við bryggju, men helst fara tey avstað í næstum, sigur Fiskamarknaður Føroya á síni heimasíðu, har javnan mett verður um útlitini.

Av tí at streymurin er harður fyrst í vikuni verður neyvan tað stóra av útróðrafiski fyrr enn seinni í vikuni, tá veðrið eisini batnar.

- Fýra djúpvatnstrolarar eru til fiskarí. Ein fiskar blálongu, ein fiskar stinglaks og blálongu og so fiska tveir svartkalva. Helst koma allir at landað í vikuni, sigur fiskamarknaðurin, sum eisini væntar fimm pør av partrolarum sum mest fiska upsa koma inn í vikuni. Teir hava mest upsa.

Trolbátarnir norðanfyri hava gott fiskarí, og teir flestu koma at landa í vikuni, stórt sæð bara tosk.

Eisini garnaskipini, sum eru fýra í tali og fiska svartkalva, koma at landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo