Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Skúli

Tórshavnar kommuna: Kvøldskúlin er sera vælumtóktur í Kollafirði, á Signabø og á Oyrareingjum, tí ikki minni enn fimti hvør íbúgvi hevur gingið á kvøldskúla í vetur.

Ikki bara hevur næmingatalið verið omanfyri tveyhundrað, men ikki færri enn seks hundrað møttu til framsýningina í gjár.

Árliga framsýningin av næmingaavrikum í kvøldskúlanum var í fimleika- og ítróttarhøllini í Kollafjarðar skúla í gjár. Ben Arabo setti framsýningina og Guðrun Sólja og Hildibjartur framførdu.

Næmingar hjá Paulinu M. K. Eliasen og Aslaug Joensen sýndu fram føroysk klæði og møtlar, næmingar hjá Annu Margit Arabo høvdu fimleikaframsýning og næmingar hjá Guðrun Sólju og HIldibjarti spældu og sungu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo