Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tað hevur vakt ans, at kendi tónleikarin Terji Rasmussen hevur givið sín stuðul til søkina hjá "Framtakinum fyri rættinum at velja kannabis".

Á einum undirskriftatiltaki á Maggies í Nólsoy herfyri, duldi Terji Rasmussen, sum eigur Maggies, ikki fyri, hvat hann heldur um legalisering av kannabis.

- Eg haldi, at einhvør vaksin maður og kvinna skal kunna avgera sjálvi, um tey roykja sær ein guv ella ikki. Og eg finni meg faktiskt f.... ikki í, at øvrigheitin skal bestemma, nær og um eg royki mær eina joint, segði hann millum annað.

Hann helt eisini fyri, at hann hevur tað best og skrivar allar sínar sangir, tá hann er skeivur.

Framtakið fyri rættinum av velja kannabis hevur nú, sum skilst, fingið meira enn tær 800 neyðugu undirskriftirnar, sum skulu til fyri at stilla upp til komandi løgtingsval.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo