Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Onnur tíðindi

Munurin ímillum formannin í Framsókn, Poul Michelsen, og næstvaldu, Ruth Vang, vaks eftir fínteljingina av løgtingsvalinum. Tá avtornaði var meira enn bara tann eina atkvøðan á muni, tí Poul Michelsen fekk seks atkvøður afturat og Ruth Vang fekk eina afturat.

Nakað av spenningi var eisini í Javnaðarflokkinum, og tann spenningurin vaks ber til at siga, tó uttan at tað broytti nakað. Eftir fínteljingina hevði Eyðgunn Samuelsen 269 atkvøður og Bjarni Hammer, sum varð valdur, fekk 271 atkvøður.

Í Fólkaflokkinum endaði fínteljingin við tí serstaka úrslitinum, at Annika Olsen og Brandur Sandoy bæði fingu 289 atkvøður, men við lutakasti varð avgjørt, at Annika Olsen er frammanfyri Brand Sandoy á listanum og tí tekur hon sæti á tingi áðrenn hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo