Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Neyðarrópini hoyrast víða um nú ætlanin er at fara frá fiskidøgum til kvotur.

Øll okkara grannalond hava kvotur og fisk, ja, so nógvan at vit liggja á knøum at fáa teirra fisk í umbýti við nýggjan føroyskan uppsjóarfisk.

Hvussu ber tað til, at føroysk fiskivinna í dag er grundað á altjóða stovnar og stovnar hjá øðrum londum?

Og ikki føroyskar stovnar?

Sjálv grundreglan i fiskidagaskipanini er frælsur fiskiskapur uttan nakra avmarking. Við øðrum orðum, lat okkum fiska, meðan fiskur er og vertin á stovnsrøkt.

Hvi skulu summi útvald hava henda framihjárætt til óavmarkaðan fiskiskap og ikki allir føroyingar?

Fyrrverandi reiðari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo