Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Vil bara leggja eitt sindur av vitan afturat kjakinum um tey ferðafólk, sum koma til Føroya at fiska á sjónum.

Havi sjálvur fiskað við ferðafólkum síðan 2004, har eg eri skipari á egnum báti og fyriskipari hjá teimum sum koma, so tað kann ikki reiðiliga samanberast við teir í Porkeri, sum leiga bát út uttan skipara.

Men eg skal koma við einum dømi um, hvat virði hesi ferðafólk hava.

Hevði í seinastu viku ein bólk av dønum, 11 fólk, sum vóru og fiskaðu við mær í 3 dagar og gistu í 4 nætur.

Tey fiskaðu hampuliga væl og eftir trimum døgum, høvdu tey tilsamans umleið 100 kg av flaki.

Tað kann ljóða nógv, men um ein ger eina leysliga meting av hvat hesin bólkur hevur brúkt av pengum, sær tað soleiðis út.

Flogferðir fyri 22.000 kr., gisting fyri 10.000 kr., fisking fyri 21.000 kr., og afturat hesum hava teir keypt mat og drekka fyri umleið 7.000 kr.

Samanlagt gevur hetta umleið 60.000 kr, sum hesin bólkur hevur goldið fyri eina lítla fiskiferiu í Føroyum og tað tey fingu burturúr, umframt ein góðan túr, var 100 kilo av flaki.

Hesir koma heimaftur til familjuna við góðum døgverðamati úr fiski, og um politikarar ynskja at avmarka hetta, er mítt tilráð 50 kg pr persón, tað sum svarar til ein familjudøgverða um vikuna.

Sum ein góðan enda á hesari søgu, skal eg siga frá at tey dámdu somikið væl, at tey koma aftur í septembur.

Magni Blástein

www.fishingwithblastein.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo