Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Mynd: Norðlýsið

Í viðgerðini av FNS hevur fokus einans verið á, hvussu nógvar millónir uppisjóvarflotin megnar at fylla í ein totalt misrøktan landskassa.

Lítil og ongin viðgerð hevur verið um, hvussu vit hjálpa teimum, sum eru ringast fyri - línuflotanum og partrolaraflotanum. Nei, tað verður fokuserað á, hvussu vit fáa uppisjóvarvinnuna niður á sama støði sum teir, ið eru ringast fyri.

Antitrust hevur vinnan sum so góðtikið, við tí marki, at ongin verandi aktørur skal missa. Tað er við nakað av umrokeringum, eftir mínum tykki, púra rætt. Serliga tá hugsað verður um stovnsrøkt.

Vinnan sigur seg eisini vera sinnaða at gjalda eitt tilfeingisgjald/veiðugjald.

Tá tað er sagt, so er eisini púra greitt, at hvørki vinnan, fakfeløgini, ið hoyra til fiskivinnuna, ella nakar annar enn partar av samgonguni og tess veljarar, ið ikki ynskja verandi uppskot, har piparið grør.

Givið er tað, at uppisjóvarvinnan hevur havt góðan byr í eftirhondini nokkso nógv ár, faktiskt síðan nakað fyri aldarskifti, hvar tað veruliga tók dik á seg í 2006.

Orsøkin er einføld, púra logisk faktisk, fyri tey flestu, ið hava eitt sindur av innlit í náttúruni. Fyri tey, sum ikki geva sær far um, hvørjum vit eru upp ímóti, nemliga náttúruni, kann tað mangan tykjast trupult at skilja, sjálvt fiskifrøðingar hava ilt við at skilja/viðganga, at so er, hóast vit, ið dagliga starvast á sjónum, og tískil hava upplivað gongdina. Teir pástandir, vit koma við, eru ikki teoretiskir Tað er sjón fyri søgn.

Taka vit svartkjaftin "sildaforskrekkjarin", sum hann verður róptur. At svartkjafturin bleiv róptur "sildaforskrekkjari", kemst heilt einfalt av, at svartkjaftur og sild ikki sameinast í sjónum. Svartkjafturin vinnur, hann er rovfiskur, hann "toskar" í seg.

Náttúrufyribrigdi El Nino La Nina, sum vit kenna nógv meira til í dag, í mun til, hvat vit gjørdu í 1970'unum, ikki minst takkað verið Osmund Justinussen, sum avgjørt hevur kveikt áhugan hjá mongum sjómanni at "granska" hetta náttúrufyribrygdið, á netinum, og ikki minst í dagliga starvinum á sjónum.

Tá náttúrufyribrigdið einaferð tíðliga í 70'unum var so kraftugt, ógvusligt, ræddust menn, at sildin nú var horvin for good, tí nú var alt tann beri svartkjaftur.

Nú vóru góð ráð dýr.

Vit løgdu á svartkjaftin, fylgdu honum hagar, hann gýtur, á Porcupine Bank. Sigur orðið "Banki" tykkum nakað?

Har var ovmikið til í gýtingartíðini, og bara í gýtingartígini. Svartkjafturin nørist skjótt og livur forholdsvís stutt. Hann gýtur longu sum 2-3ára gamal og livir bert í 8-9 ár. Tað hevur fiskifrøðin fortalt okkum. Biomassin eigur at vera konstantur og við, at vit fara á bankan at fiska í gýtingartíðini, expandera vit stovnin. Vit gera tað aftur árið eftir og aftur og aftur, vit missa totalt kontrol, tað var svartkjaftur allastaðni. Tað vóru ongi útlit fyri, at føroyingar nakrantíð aftur fóru at síggja norðhavssild í føroyskum sjóøki, hóast tað í 1977 bleiv víðkað út á 200 fjóringar.

Vinnan tillagaði seg viðurskiftini, og menn fóru so smátt at hugsa um at gera íløgur í hendan svartkjaftin. Varðin í Gøtu gekk undan. Við Trónda í Gøtu løgdu teir veruligar lunnar undir eitt nýtt ævintýr, nemliga svartkjaftaævintýrið. Ta sólskinssøguna kenna vit øll.

Eftir at hava fiskað og fylgt hesum góða svartkjaftinum, ofta beint ímóti tilmælum frá ICES, hava føroyingar alla æru í, at vit aftur fingu bilbukt við svartkjaftin; teir, sum lukkuliga óvitandi løgdu á á Porcupine Bank á sinni, tá sildin av náttúrliga fyribrigdinum El Nino La Nina rýmdi undan svartkjaftinum. Hesir somu menn, sum hava verið í vinnuni øll árini, eiga alla æruna av, at vit í 2006 aftur sóu sild norðanfyri Føroyar í altjóða sjógvi. Tá var svartkjaftastovnurin, sambært ICES, so illa fyri, at skipini, sum árini frammanundan høvdu fiskað 40.000 tons og meir, fingu nú eina ásetta kvotu. Minnist meg rætt, so strekti hon ikki til tveir fullar túrar - also niðanfyri 5000 tons í 2008.

Sildin var aftur í føroyskum sjógvi.

Tað, sum nú umræður, er, at vit røkja stovnin soleiðis, at vit ikki aftur missa kontrol og harvið spæla av við sildina aftur.

Tá vit fara í bankan og expandera hann, sum er skilagott, so skulu vit eisini vera klár til avbjódingarnar, tí vit skulu minnast til at hetta er náttúran vit hava við at gera. Avbjóðingin við svartkjaftinum, um vit skulu varveita sildina, er at hann má ikki sleppa at nørast aðrastaðni enn á Porcupine Bank. Tískil eiga vit altíð at kunna sleppa at fiska svartkjaft í føroyskum sjóøki, eisini í gýtingartídini, eisini um hann er styttri enn 23cm, sum er markið í dag. Tí, tann svartkjaftur sum svimur í føroyskum sjóøki í gýtingartíðini, honum er ikki pláss fyri á bankanum, biomassin er jú konstantur. Hann leitar sær aðrar leiðir at gýta. Tað er sjón fyri søgn, vit hava uppliva tað.

Júst tað sama er við toskinum á Føroya Banka. Eisini rovfiskur, sum toskar í seg. Har skulu vit aftur inn at expandera, við skili, við atliti til náttúruna.

Expandera vit Føroya Banka við skili, hava vit aftur banktosk á landgrunnum í gýtingartíðini 3-5 ár seinni. Tað er onki meira náttúrlig hjá Banktoskinum enn at leita sær inn á føroyska landgrunnin, um biomassin á Føroya Banka gerst so stórur, at hann ikki rúmast har.
 
Tað hevur náttúrufyribrigdið El Nino La Nino so mangan fortalt okkum. Uttan at vit kanska hava givið okkum far um tað.

Fyribrygdið var serstakliga kraftugt í 2016. Í 2017 klórar fiskifrøðin sær í nakkanum, tí her dukkar toskur upp á landgrunninum, toskur sum slett ikki er til. Banktoskur.

Við eitt sindur av umrokering í veiðutólum og veiðiorku, so eiga vit at finna eina loysn á fiskivinnunýskipanini, sum allir verandi aktørar og blívandi aktørar í fiskivinnuni fegnir taka undir við.

Vit hava skyldu at taka atlit til náttúruna, vit hava skyldu at røkja grunnarnar skynsamt, tað gera vit í stóran mun ikki í dag.

Til dømis er veiðiorkan eftir botnfiski víð troli alt ov høg í mun til fiskastovnarnar. Og tað, at tað eru fiskidagar heldur enn kvotur ger ikki støðuna betri, tvørturímóti. Tað, at tað eru fiskidagar heldur enn kvotur, og stovnarnir eru soleiðis fyri, sum teir eru, ger, at ongin fær nokk til ein sunnan rakstur við bara einum troli. Tískil eru teir í desperatión farnir at partrola við tveimum trolum. Tað sigur seg sjálvt, tað er ikki skynsamt. Hví ikki redusera partrolaraflotan frá 14 pørum niður í 6-8 pør, so stovnarnir kunnu koma fyri seg aftur?

Sum kompensatión kunnu teir, ið eiga tey pørini, sum blíva "upphøgd", uppisjóvarloyvi ístaðin. Tað er tað pláss fyri.

Tað sama kundi man gjørt við línuflotan. Takið nøkur skip til upphøggingar við uppisjóvarloyvi sum kompensatión og latið síðan línuflotan, sum eftir er, eiga Føroya Banka. Hann verður best røktaður við línu av teimum, sum fáast við línu. Gevið teimum eisini tey rættindi á fjarleiðum, sum teir av røttum hava uppiborið.

Vinarligast,
Mortan Berjastein 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo