Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Tað er ikki so langt síðani, at eg skrivaði um gulllaksakvotur. Nú liggur so uppskot frammi um at minka kvotuna 10% afturat.

Frá 2006 hava tað bert verði 6 skip – 3 pør, sum hava havt loyvi at fiska gulllaks, so veiðitrýstið hevur verið javnt tey seinastu 10 árini.

    2006 vóru     12.370 tons fiskaði
    2007 vóru     13.437 tons fiskaði

Sum við øllum fiskarí, so eru ójøvn ár og frá 2008 – 2011 vóru 4 góð ár, tá var veiðan:

    2008 vóru     19.249 tons fiskaði
    2009 vóru     19.770 tons fiskaði
     2010 vóru     19.190 tons fiskaði
    2011 vóru         18.712 tons fiskaði   

Tað má so vera hesum árinum ICES roknar eftir, tá teir siga, at gulllaksaveiðan er burðardygg.

30. august 2012 stendur á heimasíðuni hjá Havstovan:

Gulllaksur MSC-góðkendur
Vinnan, sum fiskar gulllaks undir Føroyum, hevur í mong ár arbeitt miðvíst við ætlanini um, at hesin fiskiskapur skuldi góðkennast sum verandi burðardyggur.

Havstovan hevur verið við í hesum arbeiði og millum annað gjørt eina stovnsmeting av gulllaksi.

Hetta fyrimyndarliga samstarvið millum vinnuna og Havstovuna hevur nú ført við sær, at fiskiskapurin eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi nú hevur fingið MSC-góðkenning.

Góðkenningin gevur vinnuni møguleika at selja gulllaksavørur til betri prís enn frammanundan, og væntandi kemur hetta at verða eitt økt fíggjarligt íkast hjá vinnuni.

MSC-góðkenningin av gulllaksi er eitt dømi um, at tað loysir seg at fara væl um fiskastovnarnar, og at tað gevur besta úrslitið sum frálíður.

Tí er alneyðugt, at tjúkla um gulllaksin í framtíðini, soleiðis at ein slík góðkenning ikki gleppur okkum føroyingum av hondum.

Vónandi verður hendan MSC-góðkenningin ein íblástur hjá øðrum pørtum av føroysku fiskivinnuni.

Aftaná nøkur góð fiskiár minkar fiskaríið altíð aftur, og í 2012 minkaði veiðan           

     2012 vóru     13.944 tons fiskaði

Nú hendur so nakað løgi
Í 2013 verður gulllaksaveiðan kvoterað, og beinan vegin byrjar Havstovan at koma við tilráðingum um at minka um veiðuna

    kvotan fyri 2014 bleiv ásett til     16.000 tons
    í 2015 minkaði kvotan so til     14.400 tons
    og kvotan fyri 2016 bleiv bert     13.000 tons

Veiðan síðan MLV bleiv ásett er:

     2013 vóru     14.139 tons fiskaði
    2014 vóru     11.902 tons fiskaði
    2105 vóru     14.092 tons fiskaði
     2016 vóru     13.150 tons fiskaði

Bert ein frágreiðing um at skipini hava fingið minni pr. troltíma, onki um at fiskurin til tíðir er nógv uppi í sjónum. Og at besta leiðin er stongd, einastu tøl sum fiskifrøðingarnir hava eru frá skipinum. Onki um at gulllaksurin er ein felags stovnur. Og onki hvussu nógvar mill. tons hann er.

Eitt stongt øki vestanfyri, sum gulllaksa skipini hava havt loyvi at fiska á djypri enn 200 favnar í umleið 10 ár, bleiv eisini stongt aftur í 2014. Hetta var tað økið, sum var mest at fáa í, og har var bert stórur gulllaksur.

At fiska tann størsta fiskin, er altíð tað besta fyri stovnsrøkt. Men sum nú er, sleppa skipini ikki at fiska tann størsta gulllaksin og vera noydd at fiska smærri gulllaks, sum er tað ringasta fyri allar parta, bæði fyri skip, manning og gulllaksa stovnin.

Nú í 2017 er meiningin at kvotan skal setast niður í 11.700 tons.

Fiskifrøðingarnir lurta hvørki eftir ICES ella serfrøðingunum, teir brúka 5 minuttir at seta bert tilvildarligar formlar niður á XL arkið. So skulu skipini halda seg til tølini.

Avleiðingin er at
•    Fyri hvørji 1.000 tons sum kvotan minkar er søluvirði hjá skipinum 5.mill.
•    Skip og manning fortjena minni
•    Landarar og kranabilar fortjena minni.
•    Lastbilar og trailarar sum koyra gulllaksin til Leirvíkar fortjena minni.
•    Fyri hvørji 1000 tons sum kvotan minkar, missir arbeiðsfólki 5000 – 6000 tímar
•    Gulllaksavirki og arbeiðsfólk fortjena minni.

Fleiri hava spurt, hví gulllaksakvotan minkar, men ongin hevur nakað svar.

Um kvotur koma á botnfiskastovnarnar, veit ongin, hvat hendur í framtíðini. Eitt er vist, vit  koma ongantíð at gagnnýta alt okkara tilfeingi.

Vestmanna 31 03 2017
Eyðun Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo