Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Lesarin skrivar

Fiskimálaráðharrin, Høgni Hoydal, nevndi í D&V, seinasta mánakvøld, at vit høvdu mist eina inntøku á 600 mill. kr. um árið, seinastu 10 árini, tí vit ikki høvdu lurtað eftir fiskifrøðini.

Tað er ikki sørt, at Høgni heldur at fiskifrøðingar hava yvirnatúrlig evnir. Tað hevur verið lurtað eftir teimum á Føroya Banka, og har hava teir so ikki víst tey yvirnatúrligu evnini.

Í hesi somu 10 árini, sum lítið hevur verið til av toski, hevur eisini verið sera lítið til av svartfugli, sum eisini hevur nebbasild sum høvuðsføði.

Eitt er so vist, at man kann ikki lasta dagaskipanini fyri, at lítið hevur verið til av svartfugli, sum annars hevur fingið skuldina fyri niðurgongdina í toskastovninum.

Hvat sigur søgan okkum um hesi viðurskifti.

Nú havi eg í 3½ ár lisið fleiri gamlar bøkur, um fiskaloysi og livikorini í Føroyum, frá 1600 og frameftir, eisini í gomul tíðarrit og inni á heimasíðuni hjá Havstovuni, men enn er langt á mál.

Onkur hevur hildið fyri, at útgerðin, sum teir nýtti fyrr, var so vánalig, at søgurnar ikki eru eftirfarandi.

Tá teir gomlu til tíðir fingu nógvan fisk, er ringt at lasta útgerðini fyri, at teir aðrar tíðir ikki fingu nakran fisk, um nokk av fiski var til.

Hvørja ferð, nýggjur fiskireiðskapur er komin, hava fólk ávarað um, at hesin reiðskapurin fór at oyða allan fiskin.

Mannasøgnin sigur, at alla tíð síðani fólk búsettust her á landi, hevur verið ymist til fisk, viðhvørt var ørgrynna av fiski at fáa, so komu aftur onnur ár, har teir ikki drupu livandi, og lívikorini vóru út av lagi vánalig.

Í 1600 talinum var ofta fiskaloysið og hungursneyð, tá var eisini lítið av eggum, fugli, kópi og hvali og oftani vóru sjórænarar her.

Tað sum bleiv fiskað var toskur, hýsa, hvítingur, kalvi, seiður og skrubba.

Fyrsta, sum eg las um, var um ein mann, sum var f. 1550 og doyði í hungri í 1601.

Veturin 1601-02 var ógvuliga ringur, og tá doyðu eisini nógv neyt og seyður og armóðin var stór.

Tað er ymist, sum verður skrivað, nær hin tiltikna kyndilsmessu ódnin var, onkur skrivar at hon var í 1602 og onnur 1620, men eftir tað kraftigu ódnina bleiv allur fiskurin burtur í nógv ár. Eisini tyrptist havnin í Saksum í hesi ódnini.

1632 bleiv bræv sent til kongs, um at fáa hjálp, tá hevði verið fiskaloysið og hungursneyð í nógv ár.

1636 er hungursneyðin ikki av.

1667 er lítið av fiski. 1669 bleiv nevnt ”det ilde år” og 1670 er ikki betur,

1673 Fiskiskapurin er miseydnaður í nógv ár, tað blívur eisini skrivað um hungursneyð veturin 1673 – 74, tí hesin veturin er ógvuliga harður, nakrir 1.000 seyður doyggja.

“Í farnum tíðum hevur verið slík yvirflóð av fiski, at fólki kundi liva einans av tí. Men nú er gingið nógv afturá,”  skrivaði L. Debes, um hetta árið.

1680-81 harður vetur og onki fiskarí, tað var hungursneyð og fólk ótu fliður í fjøruni.

1683 var eitt sera vánaligt fiskiár

1686 var hungursneyð, eini 50 fólk doyðu í Suðuroy hetta árið

1690 var hungursneyð, tey ótu gras og tara

1705 er ongin fiskur at fáa

1718 Onki fiskarí, men nógv grind, 700 hval verða dripnir. Annars hevði verið hungursneyð. Grindahvalir liva mest av høgguslokki og gulllaksi

1720 nógv doyggja í hungri, meira enn 100 fólk fluttu úr Suðuroy til aðrar oyggjar

1767 Óli á Grunnlendi, sum var 18 ár í 1767 og tá var tað fyrstu ferð hann sá eina hýsu. Skjótt eftir hetta, var ørgrynna av hýsu at fáa.

1778 var óvanliga gott fiskarí, men bert norðanfyri

1782 er eitt sindur at fáa

1790 Tá er fiskiskapurin heilt góður, loddið kom ikki á botn, áðrenn fiskurin hevur tikið, og man følir, at loddi glíður frá einum fiski, niður á tann næsta. Teir kláraðu at fylla bátin uppá minni enn ein tíma. Ein yvirflóð við guds vælsignilsi, verður skrivað um hesa tíðina.   

Fingu loyvi at kasta nót eftir seiði 21. desember 1792. Tvey ár seinri fingu teir 900.000 seiðir upp á 14 dagar, bert í Tórshavn. Vetrarnir 1808-09 og 1809-10 fingu teir 4.400.000 seiðir í Tórshavn, 2.217.000 fingu teir frá 24. januar til 20. februar 1810. Fólk uttan fyri Tórshavn fingu 972.700 stk. og 858.900 stk. seinra árið

1846 Um heystið fingu teir í Suðuroy 6.000.000 seiðir. Livurin gav 400 tunnur av lýsi

1799 Fiskiskapurin er langt frá tí hann var í farnum tíðum. Lant. 120 ár eftir at L. Debes sigur tað sama.

Um somu tíð skrivar Svabo, at tað er ikki bert í hansara tíð, at tað hevur verið ringt til fisk, men at tað altíð hevur verið misjavnt til fisk

1800 Óvanliga gott fiskiár og nógvar grindir

1808 – 09 Vóru hungursár. Gamlir kíkar og homlubond vóru bloytt til at kóka og eta. Við tarabløðum í munninum lógu fólk deyð her og har niðri í fjøruni

1828 Fyrr veiddu teir í Lítlu Dímun minst 7.000 lundar, men hettar árið uml. 2.000.

Sama var í Stóru Dímun, hetta árið vóru fingnir 2.400 lundar.  Men árini framman undan hevði tað ligið um 5.000 um árið. 20-30 ár frammanundan høvdu teir fingið yvir 20.000 lundar okkurt árið

- Tá føðin hjá summum sjófugli fer niður um 1/3 gevast teir at verpa - trýst her

Fiskur passar seg eisini eftir náttúruni.

Umleið 1880 Átta dýpshæddir (1 er 70 favnar) vóru settar norðuri í Flógva. Tá tvær dýpshæddir vóru eftir at draga var báturin borðfullur. Teir fóru heim á Skálatoftir at kasta fiskin upp, síðan avstað aftur eftir restini. Tað var toskur, hýsa og longa teir fingu. Tað var vanligt, at línan flotnaði upp av fiski, (tá fiskur við sundmaga, verður hálaður upp frá botni kemur luft í sundmagan og fiskurin flotnar)

1888 Lamba Jóhan fór um várið norð á hav við línureiðskapi, við Gerðabátinum, har teir tjentu 1,66 kr í part.  Fór sama dag við Samognini og fekk 1,50 kr í part, eftir at hava verið burtur í 2 døgn uttan at hava sovið.

Teir róðu ofta yvir 60 fjórðingar og inntøkan var sera lítil. Árið 1888, var stak ringt til fisk, onkuntíð fingu bátar bert 3 – 4 fiskar á bát.

Gamlir útróðrarmenn siga, at 20 hvørt ár, var góður fiskiskapur. Sum dømi kann nevnast 1836, 1856, 1875, 1896 og 1919, sum øll vóru stak góð fiskiár, so vanta var at 1939-40 blivu góð fiskiár, men so bleiv ikki, várróðurin var niðan fyri miðal.

Hitt tiltikna fiskiárið 1919, vóru dømir um, at tað blivu settar tvær línur ella 800 húkar og fingu 800 fiskar.

Trý ár seinri í 1922 eitt tað ringasta fiskiár, menn vita um.

Tá eg las um kyndilsmessu ódnina í 1620, kom eg at hugsa at tað sama hendi veturin 1988-89. Tá fyrst øll føðin er burtur, og síðan bleiv fiskurin burtur. Tá bleiv eitt tað ringasta fiskaloysi í Føroyum, í nýggjari tíð.

-    1993 sóu fiskimenn, at føði byrjaði at koma aftur

-    1994 Hálvan apríl bleiv rokfiskiskapur hjá trolbátunum, seinri hjá trolaranum

-    1996 bleiv eisini rokfiskiskapur hjá línubátunum. Frá trolararnir fingu fisk gekk 1½ ár til fiskurin tók línu.

-    1995 søgdu fiskifrøðingar, tað er bert á onkrum smáum økjum nakrir stórir toskar eru, tað er ongin smáfiskur, so vit kunna ikki fiska ov nógv. (í  Sosialurin 1995)

-    1996 viðgingu fiskifrøðingarnir at fiskur var inni á grunninum, men teir høvdu ikki tikið feil, fiskurin var gýttur her í 1992 og 93. Men tann pástandurin kom ikki fram fyrr enn í 1996

Uml. 20 ár seinri endurtekur støðan seg:

-    2010 til 2016 hevur verið vánaligt fiskarí, men als ikki fiskaloysi.

-    2015 Byrjaðu fiskimenn at tosa um, at tað sá betur út við føðini. Tá var heldur betur fiskiskapur hjá trolbátunum

-    2016 Fingu trolbátarnir brúkiligt fiskarí av toski og hýsu

-    2017 Hava teir rokfiskiskap og snellubátarnir høvdu heilt gott fiskarí í vár. So vónandi og væntandi tekur fiskurin línuna skjótt

Tá ið fiskifrøðingar altíð koma fýra ár aftaná fiskinum og fiskimanninum og rokna bert á pappírinum, onki frá veruleikanum, og mæla bert til at minka fiskidagarnar, um fiskurin er á veg inn á grunnarnar ella fiskurin er á veg avstað út av grunninum, tí eru allar útrokningar óbrúkiligar og vit kunnu ikki brúka teirra tilmælir til nakað.

Fiskidagaskipanin bleiv gjørd til at fiska meira, tá ið fiskurin er her, og minka um veiðitrýstið, tá minni er av fiski og føði er á grunninum.

Skal ein góð fiskidagaskipan oyðileggjast bert tí fiskifrøðingarnir ikki klára at fylgja við botnfiskastovninum?

Erlendur Patursson sáli segði, at tað var gamalt í Kirkjubø, tá rekin kom aftur, kemur fiskurin eisini aftur. Men ongin sum eg havi spurt har, veit um tað, men tey siga at suggan, er nógv broytt so lítið og onki kemur av reka, tað sum kemur er mest plastikk. Áhugin fyri reka er burtur, nú á døgum.

Men í Vágum, Lamba og á Syðradali á Kalsoy kennast tey við at tá rekin kemur aftur, kemur fiskurin eisini aftur.

Bøkur og annað tilfar, sum eg havi brúkt er:

-    J.C.Svabo.  Føroyaferðin 1781-82
-    Erlendur Parurson.  fiskiveiða fiskimenn
-    Lucas Debes Færoe et Færoa reserata
-    N. Andersen Færøerne 1600 – 1708
-    Robert Joensen. Útróður  1845 – 1945
-    Anton Degn. Oversigt over fiskeriet og monopolhandelen på Færøerne 1709 – 1856
-    A. Weihe søga og søgn
-    Wikipedia
-    Havstovuni

So her eru nógv oftari samanhangandi ár við fiskaloysi, uttan at fiskimaðurin kann fáa skyldina fyri ovurfisking, sum nú á døgum.

Hetta prógvar eisini einaferð enn, at tað ber ikki til at goyma fiskin í sjónum, uttan fiskurin er í einum aliringi.

So leingi sum fiskifrøðingarnir, bert hyggja eftir XL-arkinum og ikki vilja hoyra um náttúruviðurskiftini. Sildin etur rogn. Makrelur og annar fiskur etur teir smærri fiskarnar, El Nino og tá ið føðin minkar, verður minni av bæði fiski og fugli.

Men trupulleikin kann loysast við, at fiskifrøðingar skulu upp til eina próvtøku hjá einum søgufrøðingi, um søguna hjá botnfiskastovnunum við Føroyar, áðrenn teir fara til arbeiðis á Havstovuni ella í Fiskimálaráðnum.

trýt her

Eyðun Hansen
Vestmanna 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo