Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Vit vóru nógvir fiskimenn, sum sótu spentir og fylgdu við samráðingunum millum manningarfeløgini og reiðarafelagið, tí at nú var tað enduliga, at tað skuldi sláast fast, at manningin ikki eigur at takað lut í gjøldum á fiskin.

Vit hildu at tað var ein sjálvfylgja, ella eitt absolutt minsta krav, at uppboðssølugjaldið skuldi heilt vekk, og so møguliga slapp man av við tilfeingisgjaldið eisini.

Eisini væntaðu vit, at nú fór býtisprosentið uppá hjá manningunum við uppisjóvarskipum, tí tað liggur enn á 17,5 prosentum, sjálvt um kvoturnar eru blivnar fleiri ferðir størri hjá reiðarunum.

Men nei.

Vit standa púra býttir og hyggja eftir hesum eitt ára sáttmálanum, sum okkara fakfelag hevur góðtikið.

Í somu tíðum, har allir fakbólkar í samfelagnum eru farnir upp í løn, mugu vit ásanna, at vit eiga ongan góðan í okkara fakfelag, og kanska er tíðin búgvin, at eitt nýtt manningarfelag verður stovnað.

Tí fiskimannafelagið hevur, við hesum 1 ára sáttmála góðtikið, at manningar skulu bæði gjaldað fyri tilfeingisgjald og eisini uppboðssølu.

Hetta er púra burturvið!

Vit, sum sigla við uppisjóvarskipum kunnu nú staðfesta, at fiskimannafelagið leggur onki í okkum, men eru glaðir fyri at takað ímóti 1,25% av okkara løn, sum fer í teirra kassa.

Afturvaldi formaðurin var enntá so frekur, at hann var umborð hjá okkum, og greiddi frá, hvussu hann fór at berjast fyri at fjerna øll avgjøld frá manningunum. Hann kláraði at blíva afturvaldur, og vit vóru fleiri, sum atkvøddi fyri honum.

Hetta vísur seg at hava verið eitt stórt mistak.

Tí ikki meiri enn afturvaldur, so undirskrivar hann hendan sáttmálan, sum má sigast at vera ein skammblettur í allari fakfelagssøgu.

Vit vita væl, at nýggja fiskivinnunýskipanin ger umstøðurnar verri at samráðast, av tí at nógv eyka gjøld eru komin, men tað er ongin umbering fyri tað vánaliga úrslitið av sáttmálasamráðingunum.

Tì um sami leistur heldur fram í fiskivinnuni, so koma fleiri gjøld og meiri fer á uppboðssølu, og tá verður uppaftur verri at fáa nakran sáttmála, sum kann brúkast til nakað sum helst!

Eg vil hervið heita á formannin í FF um at leggja frá sær beinavegin, so tað kann verða nýval í fiskimannafelagnum.

Tì við honum sum formanni er góðtikið, at ein eyka skattur á umleið 16,5 % er lagdur afurat á manningarnar við uppisjóvarskipum gjøgnum tilfeingisgjaldið.

Og við honum sum formanni hava manningar fingið uppaftur størri skatt við uppboðssølugjaldinum.

Og tað einasta, sum formaðurin hevur fingið burturúr, er simpulthen at avmarka lønarniðurskurðin hjá limunum sum fiska uppisjóvarfisk, og fisk sum er keyptur á uppboðssølu, meðan allir, ja, allir lønarbólkar í samfelagnum hava fingið lønarhækkan!

Sera ónøgdur fiskimaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo