Mangan er skjótari at kvetta enn at knýta
- V. Poulsen
Politikkur

Tað vísur seg at vera stórur forvirringur í Fiskimálaráðnum, um vit hyggja at teimum tíðindaskrivum sum verða send út.

Tann 19. juni skrivaði Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi soleiðis:

- Boðað verður tí frá, at sølan av rættindum at veiða makrel verður avgreidd 14. august 2018. Seinasta freist at lata boð inn er 14. august kl. 12.00.

- Sølan av rættindum at veiða norðhavssild verður avgreidd 16. august 2018. Seinasta freist at lata boð inn er 16. august kl. 12.00.

Fyri løtu síðani sendi Fiskimálaráðið tíðindaskriv út, har skrivað verður soleiðis:

- Fiskimálaráðið hevur boðað frá, at afturlatnu uppboðssølurnar av rættindum at veiða 7.490 tons av norðhavssild og 10.901 tons av makreli verða ávikavist  14. august og 16. august 2018. 

Tað vil siga, at nú er brádliga norðhavssildin fyrst og síðani makrelurin.

Í tíðindaskrivinum stendur heldur einki um dagar, nær uppboðssølurnar verða, men bara at tær eru útsettar eina viku.

Les eisini:

Uppboðssølan av norðhavssild og makreli er útsett eina viku 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo