Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

KVF boðar frá, at ætlanir eru um at flyta Fiskimálaráðið út á Tinganes.

Politiskar menningarkvotur/økiskvotur hava flutt størv úr Norðoyggjum til onnur økir í landinum.

Hesar økiskvotur/menningarkvotur hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum deilt út umvegis eina politiskt setta nevnd.

Tá tað soleiðis ber til politiskt at flyta arbeiðspláss úr td. Klaksvík til aðrar partar av landinum, so burdi tað verið sjálvfylgja at almenn arbeiðspláss komu í staðin.

Landsins virksemi kann staðsetast kring alt landið, ikki minst havandi í huga góðu samskiftismøguleikarnir, ið eru nú á døgum, og uppaftur betur fæst í lag ein felags talgild skipan fyri alt landið. Og vit mugu ikki gloyma dýru tunlarnar, sum vera boraðir í løtuni.

Fiskimálaráðið burdi tí heldur verið flutt til Klaksvíkar. Á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum sæst, at tey eru 17 fólk í starvi.

Í Klaksvík finst nógv servitan innan fiskivinnuna, tí Klaksvík hevur verið ein fiskivinnubýur burturav. Hetta kundi Føroyar fingið gagn av.

Í Havn finst lítil og eingin serfrøði innan fiskivinnu, uttan nógv av excel-frøði. Hetta er sjón fyri søgn. Vit hoyra dagliga um ein landsstýrismann, sum best kann lýsast sum Bambi á ísi, tá hann skal verja eina fiskivinnunýskipan, sum er vorðin eitt miseydnað eksperiment. Hansara retoriska útbúgving og royndir kunna ikki longur káva út yvir henda veruleika.

Lat okkum aftur fáa fokus á høvuðsavbjóðingina í fiskivinnuni, sum er at fáa heimaflotan lønsaman aftur, umframt hvussu vit kunna fáa virðisøkt fiskatilfeingið enn meira í Føroyum.

Flytið nú Fiskimálaráðið har tað hoyrir hoyma.

Klaksvíkingur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo