At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Politikkur

Fiskimálaráðið brúkar skeiv tøl og tí keypa politikarar atkvøður við pengum, sum ikki eru til.

Skjølini hjá Fiskimálaráðnum vísa, at í 2015 tjenti hvør maður á Pelagisku skipunum 2.487.078 krónur.

Hetta samsvaraði ikki við uppgerðina hjá Taks yvir millionerar. Tí útvegaði eg røttu tølini við vælvild ymsastaðni frá. Øll reiðarí gera upp, tí manningarfeløgini skulu hava avrit. Munurin er uml. 1.785.000 pr. mann.

Munur í hýrum er tí, at umframt yvirmannapartar, so fáa onnur enn manning eisini løn í reiðarínum.

Eisini er galdandi, at búskaparfrøðingar hava gloymt at telja manningina á øllum skipum við og at nótaskip, eins og strandferðsluskip, hava dupulta manning.

Tølini fyri 2017 vísa, at hýran var 10-15% lægri enn í 2015. Havi ongi tøl fyri 2017 úr Fiskimálaráðnum.

Eg havi diskutera á Facebook við embætismenn í Fiskimálaráðnum og víst á, at teirra útrokningar eru skeivar.

Eg havi eisini skrivað fleiri greinar um hetta. Umrøddi eisini spurningin við Sverra Hansen, beint áðrenn hann gavst.

Eftirkanning av fiskivinnunýskipanarálitinum vísti, at eisini teir hava brúkt somu skeivu tøl hjá Fiskimálaráðnum.

Hetta verður sum við Landsverk og Glasir. Fleiri vistu, men tosaðu fyri deyvum oyrum. Øll áttu at vita, men ongin gjørdi nakað.

Vónandi kann hetta gera, at útspilling av sjómonnum steðgar.

Somuleiðis eigur politiska misbrúki við at bjóða veljarum ágóðar fyri ónormalan vinning, sum ikki eru til.

Eivind Jacobsen
Valevni Fólkafloksins

P.S. Upprunaliga í 2014, skuldi manningin gjalda 396 av 472 milliónum. Hesir pengar eru ikki til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo