Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Vinna

Kringvarpið skrivar at 7 loyvir verða útlutað í sambandi við menningarkvoturnar, men Fiskimálaráðið váttar ikki hesi tíðindi á heimasíðuni hjá KVF.

KVF skrivar: Tað hevur ljóðað at menningarkvoturnar verða lutaðar út í hesi vikuni, men enn er einki at frætta. 38 umsóknir komu inn um menningarkvotur, men bara 7 loyvi verða latin.

VP hevur spurt aðalstjóran, Rógva Reinert, um hesi tíðindi eru sonn, at 7 loyvir verða latin, men aðalstjórin váttar ikki talið.

Les eisini:

- Sambært lógini lýkur Sandoyarøkið kravið um menningarkvotu 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo