Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Politikkur

VP vísti fyri løtu síðani á, at lítið skil var í tíðindaskrivunum sum send eru út frá Fiskimálaráðnum, og nú hevur so Fiskimálaráðið víst rættstundis umhugsni og treytaleyst nærlagni og sent rætting út.

Hetta er rættingin: 

Fiskimálaráðið skal boða frá, at avgreiðslan av afturlatnu uppboðssølunum av rættindum at veiða norðhavssild og makrel er útsett eina viku.

Fiskimálaráðið hevur boðað frá, at afturlatnu uppboðssølurnar av rættindum at veiða 10.901 tons av makreli og 7.490 tons av norðhavssild verða ávikavist  14. august og 16. august 2018.  

Undanfarnu uppboðssølur hava víst, at luttøkan hevur verið avmarkað. Í hesum døgum verða umsóknirnar um menningarkvotur avgreiddar. Tað kann hava fyrimunir fyri vinnuna og luttøkuna í uppboðssølunum, at hesar eru avgreiddar, áðrenn sølan av langtíðarrættindum at veiða makrel og norðhavssild verða framdar.

Boðað verður tí frá, at sølan av rættindum at veiða makrel verður avgreidd 21. august 2018. Seinasta freist at lata boð inn er 21. august kl. 12.00.

Sølan av rættindum at veiða norðhavssild verður avgreidd 23. august 2018. Seinasta freist at lata boð inn er 23. august kl. 12.00.

Um boð eru latin inn, kunnu tey standa við, tá ið uppboðssølurnar verða avgreiddar í august. Um boðgevar ynskja tað, kunnu hesi boð takast aftur, og nýggj boð kunnu latast inn í staðin.

Les eisini:

Fiskimálaráðið broytur raðfylgju 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo