Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen
Vinna

Um veiðiloyvið verður tikið frá skipinum, missa fiskimenn síni rættindi.

Rættindini eru ikki á skipinum meira, men kunnu eins væl vera í hondunum á strámonnum.

Er samgongan ikki áhugað í at verja verkamannin, spyr Fiskimannafelagið.

Niðurstøðan hjá Fiskimannafelagnum er:

Nýggi veiðirættindahavarin hjá landsstýrinum – fyritøka/strámaður – kemur:

• At vera leysur av at løna manningini sambært sáttmálunum millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag.

• At vera leysur av frábýtisrættinum sambært sáttmálunum millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag.

• At áseta samsýningina til reiðara/skip fyri at veiða kvotuna/kvoturnar hjá rættindahavaranum.

• At brúka hýruna hjá manningini sum parametur í kappingini um veiðirættindi.

• At avgera, hvat grundarlagið fyri at rokna veiðiavgjald verður.

Les meira: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo