Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Tað er ikki ov nógv avgjørt at siga, at Fiskimannafelagið og tess umboð í vinnuliga fylgibólkinum hjá fiskivinnu-nýskipanarnevndini als ikki kenna seg hoyrd í tilgongdini.

Í dag, 22. september, vóru vit aftur boðin til fundar við nýskipanarnevndina, og sum skilst verða ikki fleiri fundir við fylgibólkin. Tveir aðrir fundir hava verið, annar bert hálvur, men tað hevur ongantíð verið talan um, at vit veruliga hava fingið høvi at leggja fram okkara sjónarmið og lýsa tey út í æsir.

Vit hava eftir øllum at døma bara verið bodnir við, so tað sá penari út á pappírinum, og nýskipanarnevndin kundi siga, at allir partar vóru hoyrdir. Men vit halda als ikki, at vit eru hoyrdir, og yvirhøvur onki av tí, sum vit hava borið fram á fundunum, sæst aftur í hoyringsskrivinum, ið varð latið fylgibólkunum undan hesum seinasta fundinum við sjálva nýskipanarnevndina.

Í dag fingu vit tó møguleika at koma við spurningum og sjónarmiðum um sjálvt arbeiðið hjá nýskipanarnevndini. Men nevndin hevði sera ilt við at svara spurningunum, ið blivu settir.

Til dømis varð stórt spurnartekin sett við háttin, sum Havstovan nýtir, tá stovnsmetingar vera gjørdar og við, at lítlar og ongar eftirkanningar verða gjørdar av ávirkanini á fiskastovnarnar, tá leiðir verða stongdar í áravís. Ongi svar vóru upp á hesar spurningarnar, sjálvt um ætlanin er at fylgja vísíndaligu ráðgevingini frá Havstovuni, og tað í vinnuni generelt er stórur ivi um dygdina á vísundaliga og hagfrøðiliga tilfarinum, sum hon leggur til grund fyri sínum tilmælum um stovnsrøktina.

Eisini undrar tað okkum, at nýskipanarnevndin kemur við tilmælum á økjum, sum ongin hevur biðið um, tá hon samstundis sigur seg vera bundna av einum alt ov trongum arbeiðssetningi, sum hon neyvt er noydd at halda seg til.

Til dømis mælir nevndin frá at lóggeva soleiðis, at manningarnar ikki skulu vera við til at gjalda prísin á uppboðssøluni, tí tað er at gera inntriv í sáttmálaviðurskifti, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir eiga at skipa, og hon mælir eisini frá at gera ásetingar í nýggju fiskivinnulóggávuni um eisini at hava uppboðssølu av veidda, óvirkaða fiskinum, tá hann verður landaður.

Vit kunnu her endurtaka tað, vit hava sagt mangar ferðir áður, nevniliga at Løgtingið longu legði seg út í sáttmálaviðurskiftini millum reiðarar og manningarfeløg, tá tað byrjaði at leggja tilfeingisgjøld á veiðuna.

Tí hetta broytti fortreytirnar fyri galdandi sáttmálum.

Nýskipanarnevndin mælir eisini til, at kvotur keyptar á uppboðssølu skulu vera umsetiligar, men manningarnar hava ongan ræðisrætt yvir kvotum og fiskirættindum yvirhøvur og skulu sambært tilmælinum heldur ikki hava sín part, um reiðarin ger av at selja burtur av kvotunum. Sostatt mælir nýskipanarnevndin til, at manningarnar skulu vera við til at rinda fyri kvoturnar, men ikki fáa eitt oyra, tá hesar verða seldar undan teimum.

Eisini tilmælið um IKKI at hava uppboðssølu av veidda, óvirkaða fiskinum gongur beint ímóti áhugamálunum hjá manningarfeløgunum, arbeiðarafeløgunum á landi og eisini virkjunum, ið ikki sjálv eiga skip.

Tað var ein skarnsgerð móti fiskimonnunum, tá ásetingarnar um at bjóða part av veiðuni út á uppboðssølu vórðu strikaðar fyri nú nógvum árum síðani. Tí er tað eitt krav frá Fiskimannafelagnum, at óvirkaði fiskurin – allur sum hann er – verður kravdur um uppboðssølu í sambandi við, at fiskivinnulóggávan verður endurnýggjað.

Uppboðssøla av veiddum, óvirkaðum fiski tryggjar gjøgnumskygda prísáseting og reellan marknaðarprís. Samstundis tryggjar henda uppboðssølan, at arbeiðspláss kunnu verða víða um í landinum, tí smærri virki eisini fáa atgongd til ráfiskin.

Fiskimannafelagið er harðliga ímóti einari uppboðssølu, men tað undrar, at nýskipanarbólkurin ikki finnur rúm fyri fleiri tulkingum og møguleikum í arbeiðssetninginum, enn bara at kóka allar útbjóðingarmøguleikar niður í eitt orð, nevniliga uppboðssølu.

Og hví mælir nýskipanarnevndin frá, at lóggivið verður um, hvør skal rinda uppboðssølugjaldið? Tað er jú reindyrkaða politsering og lobbyisma til frama fyri reiðararnar. Tí sama, hvussu uppboðssølugjaldið ella annað slag av tilfeingisgjaldið verður avroknað, so er talan um inntriv í grundarlagið undir verandi sáttmálum.

Parttískheitin her er púra opinlýs, tí í næsta broti mælir nýskipanarnevndin til, at fiskirættindi keypt á uppboðssølu skulu vera umsetilig. Tað vil siga, at reiðararnir skulu sleppa at selja kvoturnar aftur, sum manningarnar hava goldið sín stóra part av, uttan at manningarnar fáa naka afturfyri. Hetta merkir jú, at nýskipanarnevndin mælir til politiskt at taka atlit til reiðaran og geva honum sersømdir, meðan ongi atlit skulu takast til manningarnar.

Fiskimannafelagið mælir staðiliga til, at nýskipanarnevndin strikar brotið, har mælt verður frá at lóggeva soleiðis, at starvsfólk í vinnuni ikki skulu vera við til at rinda.

Eftir fundin í dag hava vit ikki stórar vónir um at fáa fingramerki á endaliga tilmælið, sum nýskipanarnevndin fer at lata fiskimálaráðharranum. Eftir er so at vóna, at Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sjálvur fer at halda tað orðið, hann gav okkum, tá vit ikki fingu umboð í sjálva nýskipanarnevndina – nevniliga at hann persónliga skuldi vera garantur fyri okkara sjónarmiðum.

Vegna Føroya Fiskimannafelag
Axel Hansen, felagsins umboð í fylgibólkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo