At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Í hesum døgum er rættuligt rok á politiska pallinum um at fáa broytt verandi fiskiveiðilóggávu.

Høvuðstrupulleikin er, at einstakir hava við ídni bygt seg upp og fingið tað at bera til, og hjá politikarum er nú vandi fyri, at hesir gerast ríkir!

Men nýtslan av havsins ríkidømi hevur altíð verið ivasom. Tað eydnast í dag, í morgin vaðskítur.

Eg havi onkuntíð skrivað okkurt um partar av veiðisøgu okkara, men tað festir núverandi ættarlig seg ikki við. Heldur ikki politikarar við ábyrgd fyri lóggávuni í okkara samfelag.

Sjálvur haldi eg tað vera neyðugt at kenna søgu okkara-í hesum føri veiðisøguna.

Søguna um Tvøroyri haldi eg vera sera áhugaverda.  Á hesum kyrra fjørði settu vinnulívsmenn seg niður-Thomsen og Mortensen.

Í 1920-unum og onkuntíð áður var rættuligt fiskarok ymsastaðni. Skip vórðu keypt, og fæðloysingar úr øllum landinum leitaðu til Tvøroyrar og búsettust har. Virksemi bæði á sjógvi og landi.

Fíggjarkreppa rakti allan heimin í 30-unum, og serliga á Tvøroyri stóð hungur fyri durum.

Ein roynd varð gjørd við stuðli úr danska ríkiskassanum at seta á stovn AT - Ísvirkið v.m., men kreppan tók eisini grundarlagið undan hesum.

Seinni batnaðu tíðirnar nakað, men í tíðini, eg eri komin til Tvøroyrar, hevur verið heldur smáligt til allar hendur.

Í Gøtu eins og aðrastaðni hevur verið roynt at ment seg á ymsum økjum, og í samband við møguleikarnar síðan svartkjaftur, makrelur og sild var at fáa í okkara havøki, gjørdist fyritøkan Varðin so væl fyri fíggjarliga, at fyri at fáa meir burturúr góðsking av veiðini varð virki bygt á Tvøroyri - Varðin Pelagic -.

Hetta virki hevur havt sera sera stóran týdning fyri suðuroynna.

Nú skuldi ein hugsað, at øll vóru glað og nøgd. Men nei!  Varðin er vorðin ov stór og "rík" fyritøka, og tí mugu møguleikar hennara minkast.

Og hetta hendir við ynski frá Javnaðarflokkinum, hvørs vøgga stóð á Tvøroyri!?

Eg skilji væl javnaðartingmenninar Kristin og Bjarna.  Var eg í teirra stað, so hevði eg ikki bakka ein tumma!

Eyðun Mohr Viderø
22-11-2017

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo