Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Politikkur

Nú sjómannadagar eru hesa vikuna, eru nakrir tankar, sum koma fram hjá mær viðvíkjandi okkara fiskivinnu.

Vinnan hevur brúk fyri tryggum og stabilum  kørmum
Hetta er millum annað fyri, at skip skulu kunna verða skift út við nýggjari og meira nýmótans skip.

Nú herfyri var eitt mál til hoyringar um at seta avmarkingar inn til stødd á línuskipum á max.  2.772 m3.

Tað vildi gjørt tað ómøguligt at skift skip út við eitt nýmótans fiskifar,  hvar línan verður drigin upp á miðuni. Slík skip krevja stóra rúmd.

Tað næsta man hoyrdi var, at broytingin tíbetur varð slept.

Slíkar broytingar alla tíðina skapa ótryggleika í vinnuni.

Ikki spæla hasard við arbeiðsplássum
Innan fiskivinnuna eru sera nógv arbeiðspláss, bæði beinleiðis og óbeinleiðis.  Harafturat eru nógvar hjávinnur, sum m.a. liva av fiskivinnuni.

Sum eg vísti á í einari grein, so er samlaða dagatalið minka við 58,7% síðani fiskidagaskipanin kom at virka. Einaferð hevur man nátt botnin, og vinnan orkar ikki meira.

Verandi samgonga ilt við at vakna
Tað gongur illa at fáa verandi samgongu at vakna. Nú má broyting koma í, og tað kemur tað bara við at velja eina nýggja samgongu.

Kemur henda samgongan aftur til ræðið, verður hildið fram á somu kós, og so kunnu vit sjálvi ímynda okkum úrslitið.

Vinnan er eitt av mínum mongu hjartamálum, sum eg vil arbeiða hart fyri, um eg komið á Løgting.

Hevur fiskivinnan og vinnan annars tað gott, so hevur samfelagið tað gott.

Set x við meg og eg skal kempa fyri teg!

Edva Jacobsen
valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo