At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen
Vinna

18. – 20 mai 2021 verður Føroya størsta vinnuframsýning aftur í Klaksvík. 10 ár eru liðin síðani Klaksvíkar kommunu á fyrsta sinni var vertur fyri hesi altjóða maritimu vinnumessu, sum hevur ment seg til ein áhugaverdan sýnisglugga hjá bæði føroyskum og útlendskum veitarum og keyparum.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fegnast um, at Klaksvíkar kommuna aftur í 2021 fær heiðurin at bjóða føroyskum og útlendskum fyritøkum vælkomnum til Klaksvíkar.

- Fyri býin, og ikki minst fyri vinnuna í býnum og nærumhvørvinum, hevur tað ómetaliga stóran týdning, at fyritøkurnar fáa møguleika at skapa karmar fyri netverkan í sínum egna umhvørvið, tí tað kann avgjørt viðvirka øktan handilsskap millum fjølbroyttar vinnur á landi og uttanfyri landoddarnar.

Áki í Skemmuni, stjóri í Atlantic fair sigur, at royndirnar við at hava vinnumessuna í Klaksvík eru sera góðar. Ítróttarhallirnar liggja tætt saman, og tískil er møguligt at binda hallirnar saman í ein samanhangandi bygning.

- Eisini hevur kommunan víst vinnuframsýningini stóran áhuga og samstarvsviljin hevur verið góður, tí var ongin ivi um staðseting, tá ið nýggj avtala millum partarnar varð undirskrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo