Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Lesarin skrivar

Føroyska fiskivinnan er nærum sett í undantaksstøðu.

Øll skulu sleppa fram at fólksins ogn! - í sjónum -!

Hvussu skulu vit skilja tað?

Einaferð var eg ungur, hevði sama møguleika, sum hini, men eg tók ikki av!

Men eg byrjaði vaksna lív mítt í fiskivinnuni. Har var ikki nógv at heinta. Vánalig úrtøka bæði hjá manning og reiðarí.  Men uttan at hugsa so nógv um tað, so var eg fegin um, at nakar hevði eitt fiskifar, har eg kundi sleppa við.

Men fiskiveiðifyritøkurnar sóu møguleikar, hóast helst var ivasamt, um tað gav nakað av sær.

Og ongin tók seg "til rættis" sum nú verður sagt av krakkafólkum.

Veiða av tí, ið svimur í sjónum hevur altíð verið óviss. Onkuntíð hevur eydnast, og oftað síggjast fallitbúgv burtur úr royndunum.

Og er nakar komin sovandi til vinningin?

Hjá fleiri, har tað eydnaðist, hevur tað loyst seg somikið væl, at hesir hava sett seg fyri at byggja skip og bygt virki -alt í óvissu -, tí ongin kennir dagin í morgin.

Oftast vóru tað skiparar við dirvi og hugflogið, ið stóðu á odda.

Og har tað eydnaðist, fekk samfelagið sín part av vinninginum!

Í løtuni eydnast hjá fleiri, tí fiskamongdin er tøk, men framtíðin í fiskivinnuni er ongantíð tryggjað.

Og nú vilja fleiri politiskt hava vinningin, men fyrst mást tú gera neyðugar íløgur, og hvør av hesum hevur  dirvi og neyðugt hugflog at seta seg fyri hesi fíggjarligu ábyrgdini?

Eyðun Mohr Viderø
‎10-‎11-‎2017

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo