Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Sitandi samgonga setti sær fyri at nýskipa fiskivinnuna. Sagt varð, at setast skuldi í verk ein “marknaðargrundað skipan”.

Nærri útgreinað av Høgna Hoydal merkti hetta, at við nýggju skipanini skuldi politiska útltanin av fiskiloyvum steðgast.

Nú liggur so eitt uppskot á borðinum.

Tey flestu sum hava fylgt við hesum máli vita, at gjøgnum politisku tilgongdina til fyriliggjandi uppskot eru fleiri neyðsemjur gjørdar.

Rossahandlar eru gjørdir, soleiðis at veiðuvirðir omanfyri 1 mia. kr. eru politisk korrigeraði fyri at fáa politisku kabalina at ganga upp.

Uppskotið sum tað nú fyriliggur er yvirhøvur ikki grundað á nakra marknaðargrundaða skipan.

Uppskotið er samanlagt vorðið til størstu politisku útlutanina, sum nakrantíð er hend í føroyskari fiskivinnusøgu.

Nøgdir av kvotum eru tilpassaðar ávísum skipabólkum, alt fyri at fáa undirtøku í ávísum økjum.

Fyri nøkur stór reiðarí fær uppskotið lítla og onga ávirkan.

Tey sum duga at lesa lógartekstin finna skjótt út av, at tað einasta stóra reiðaríðið, sum verður hart rakt av uppskotinum, er JFK Trol.

Hetta tí Norðoyggjar ikki tykjast at hava nakran sterkan politiskan profil í samgonguni.

Ikki nóg mikið við tí.

Lógaruppskotið leggur eisini upp til, at landsstýrismaðurin eftir umsókn kann útluta “menningarkvotur” kring landið.

Tað eru ikki hissini nøgdir av fiski sum á henda hátt verða býttar sum politisk útlutan.

Landsstýrismaðurin fær sambært uppskotinum nevniliga rætt til at býta 7% av samlaðu kvoturættindinum út kring landið sum menningarkvotur.

Fyri 2018 kann landsstýrismaðurin enntá víkja frá hesari avmarking viðvíkjandi norðhavssild, har heili 20% kunna latast av landsstýrismanninum sum “menningarkvotur”.

Uppskotið til “nýskipan” hevur sostatt einki sum helst við eina marknaðargrundaða skipan at gera.

Vit kunna bara ímynda okkum politisku brølini úr Kringvarpinum um tað var fyrrverandi fiskiráðharri, sum kom við slíkum uppskoti.

Men nú er deyðatøgn, meðan størsta politiska svindulnummarið nakrantíð verður skrumblað ígjøgnum løgtingið við minst møguligum meiriluta.

Tjóðartikin sjófeingismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo