Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Vinna

Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip, var í dag gestur í Andøvsløtuni á R7, har verturin Óli Breckmann tosaði við hann um fiskivinnunýskipanina.

Hoyr alla sendingina her

VP hevur gjørt ein samandrátt.

Jógvan Jespersen helt, at fiskivinnunýskipanin var ov illa fyrireikað, og at avleiðingarnar av tí eru, at tað, ið er sett í verk, virkar ikki væl, og at ein stórur partur av ásetingunum í lógini framvegis ikki eru settar í verk. Hann helt, at tað er ein trupulleiki, at eitt minniluta landsstýri hevur framt eina so stóra nýskipan av høvuðsvinnuni. 

Um teir partarnar av lóggávuni, sum eru settir í verk, nevndi Jógvan Jespersen, at nú eru veiðiloyvini fallin burtur, og nú eru tað persónar og feløg, sum eiga kvoturnar. 

- Fyrr vóru kanska 50-60 virkin veiðiloyvir, og tá bar til at halda skil á og at fylgja við, men í dag er tað ógjørligt at fylgja við í hvør fiskar hvørja kvotu, segði Jógvan Jespersen.

Hann nevndi síðan uppboðssølurnar, sum vinnan alla tíðina hevur verið ímóti, tí hon heldur ikki, at tað er eitt amboð, sum kann brúkast til at útluta kvotur. 

- Royndirnar vísa, at skalt tú vinna eitt boð, mást tú bjóða so høgt, at reiðaríið í besta føri hevur eitt null á botnlinjuni. Tær opnu uppboðssølurnar kann man kanska liva við í avmarkaðan mun, men tær afturlatnu eru sum at bjóða í blindum. 

Jógvan Jespersen nevndi síðan ásetingina um, at 25% av veidda fiskinum skal bjóðast út á uppboðssølu.

Hann helt, at tað er fjákut, at t.d. nótaskipini skulu bjóða 25% av veidda svartkjaftinum út á eini uppboðssølu, har tað bara er ein keypari, nevniliga Havsbrún.

Stjórin í Nótaskipum nevndi síðan menningarkvoturnar. Hann helt, at tað virkar sum um tær eru tilvildarliga útlutaðar og segði, at tað talar fyri seg, at bara 17% av útlutaðu kvotunum eru fiskaðar í 2018.

Hann skilti ikki hvat myndugleikarnir hava hugsað, tá teir t.d. hava útlutað 42.000 tons av svartkjafti, sum eftir ætlan skal landast til vanlig flakavirki, ið als ikki eru útgjørd til at taka ímóti uppisjóvarfiski. 

Jógvan Jespersen vísti síðan á, at ein stórur partur av fiskivinnunýskipanini ikki er settur í verk enn og heldur ikki verður tað í 2019. Hann vísti á, at óvissan um tilfeingisgjaldið skapar stóran ótryggleika í vinnuni um framtíðina. 

- Vinnan hevur góðtikið verandi skipan við einum veiðigjaldi, og at eitt ávíst gjald skal latast fyri rættin at fiska, men veiðigjaldið hjá okkum er ov høgt og munandi hægri enn í okkara grannalondum. Føroyska veiðigjaldið fyri makrel er t.d. 1 kr. kg. Í Íslandi er hetta gjaldið 20 oyru og í Grønlandi 40 oyru. 

Jógvan Jespersen vísti síðan á tær lógarásetingarnar, sum heldur ikki koma í gildi í 2019, men eru útsettar til 2020. Hesar eru m.a. at trolarar og línuskip skulu fara frá fiskidøgum til kvotur, at reglur um antitrust skulu setast í verk, og at alt skal takast við til lands.

Um at útlendskur ognarskapur skal úr føroysku fiskivinnuni, helt hann, at Føroyar mugu vera einasta skipaða landið í heiminum, sum tveitir út útlendskar íleggjarar, ið hava verið virknir í landinum í sera nógv ár. 

Stjórin í Nótaskipum vísti á, at tað einasta, sum higartil tykist vera komið burtur úr, er at tað eru komin nøkur gomul uppisjóvarskip í flotan. 

- Tað hevði verið nógv lættari bara at útluta nøkur uppisjóvarloyvir afturat, so slapst undan at kollvelta alla fiskivinnuna og at fara henda krókuta vegin, fyri at røkka hesum endamáli, segði Jógvan Jespersen.

Hoyr alla sendingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo