Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Nú nógv rok stóðst av fiskivinnunýskipanini, og sum hevur viðført at samgongan er komin í minniluta, og er um at missa á stokkinum, fari eg loyva mær at koma við hesum viðmerkingunum.

Eg haldi tað er stórt spell, at fiskivinnuuppskotið skal detta á gólvið, tí í uppskotunum eru nógv góð ting, sum eisini er vátta av øllum teimum, sum sita á Løgtingi. So eru tað sjálvandi á øðrum økjum at tað haltar, men tað átti at borið til at funnið eina loysn á tí eisini. Eg veit at nógv eru ósamd við mær, tá ið eg sigi at uppskotið er fínt, men at tit samstundis eru samd við mær, tá eg sigi at rætturin til havsins ogn, skal tilhoyra øllum føroyingum, hon skal ONGANTÍÐ privatiserast.

Og tað er kjarnin í málinum, nevniliga rættin til ognina, og ikki brúksrætturin, sum onkur vil verða við - tað er hvør sítt mál. Tað er í ognarspurninginum at tann gordiski knúturin liggur óloystur. Vit síggja júst tað sama henda við landsjørðini í hesum døgum, nevniliga ognarrættin til fjøll dalar, vøtn og áir. Fáa vit ikki semju um ognarrætt og brúksrætt, er lítil vón fyri semju. Men vit kunnu kanska prísa okkum lukkulig fyri, at tað er sami landsstýrismaður í landbúnað, sum tað er í fiskivinnumálum.

Ná men aftur til málið.

Eg havi frá síðulinjuni, heilt frá fyrsta degi av, fylgt við í lógaruppskotinum um Sjófeingi. Bæði frá politiskari síðu, reiðarum, feløgum og einstaklingum er nógv skrivað og sagt í hesum málið. At eitt tílíkt mál fyllir nógv, er ein sjálvfylgja og tað eiga vit at frøast um, tí tað vísir okkum at áhugin fyri fiskivinnuni er stórur.

Um eingin áhugi hevði verið í millum vanlig fólk fyri fiskivinnuni, so hevði støðan verið meinlík henni vit kenna frá Íslandi, har nøkur fáa eiga alla fiskivinnuna. Áhugin fyri fiskivinnuni hjá vanliga íslendinginum fyri 15-20 árum síðani, var ikki serliga stórur, tí tað var so nógv arbeiði at fáa í landi.

Og hetta brúktu spekulantar til at leggja alla fiskivinnuna undir seg. Sjálvt um áhugin millum íslendingar var lítil fóru stórar rembingar fram millum sterkar vinnulívsmenn í Íslandi og uttanlands. Hesir vildu ogna sær kvoturnar og brúksrættin til alt fiskiríkidømi rundan um Ísland, tí teir vistu av at tað var har gulli lá – altso í fyrsta liði.

Lógin var soleiðis samansett í Íslandi, at tað var loyvi at leggja kvotur saman, so alt savnaðist á færri og færri hondum. Støðan er tann í dag tann, at nøkur fáa eiga nærum alla tað íslendsku fiskivinnuna. Íslendingar vaknaðu við kaldan dreym, tá tað frættist hvat var hent. Støðan var tann at eigarin av íslendska gullinum var savna á nøkrum fáum hondum, og hesi búðu nærum øll uttanlands, tí komi er longu til í ”anden G” sum Glistrup málbar seg.

Í Føroyum fóru eisini rembingar fram, og vit vóru bert 5 minuttir frá at øll fiskivinna bleiv privatiserað. Var tað ikki fyri Bjørn Kalsø, so áttu vit onga Fólksins Ogn í dag, tað stendur sólarklárt. Eg minnist rumisterilsi av Tobba, tí Tobbi hevði skilt hvat klokkan var sligin. Bjørn og Tobbi tosaðu saman, og endin var at øll loyvi skuldu úr gildi 1.januar 2018.

Og tað skulu vit verða takksom fyri, tí í dag finst tað valla ein føroyingur, sum ikki veit hvat hendir 1.januar 2018, tí í tíðini frá 2007 og fram til dagin í dag, er nógv hent á fiskivinnuøkinum.

Vit hava sæð risasølur av fiskiloyvum, sum nú hava skift hendur, og er tað í mongum føri íslendingar, niðurlondsmenn og í ein ávísa mun eisini norðmenn, sum eiga nógv í føroysku vinnuni í dag. Hesir spekulantar hava ongan áhuga í tær og mær, sum eru á dekkinum. Tað sum vit fiskimenn skulu brúkast til er at gera tað møguligt fyri spekulantin og hansara familju, er at liva undir pálmum, men við garantii í Ogn Føroya fólks.

Føroya stoltleiki Vesturvón úr Sørvági var eitt offur fyri mammon. Tí yvir nátt, bleiv Ólavur Petersen reiðari á Vesturvón vaktur, og fekk at vita at Vesturvón var seld fyri spottprís saman við øllum ognunum hjá reiðarínum. Og tað var ikki so lítið. Bara á einari konto stóðu 120 milliónir í klingandi mønti, sum eigararnir eisini mistu. Vesturvón bleiv seldur fyri, minnist meg rætt, áleið 100 milliónir krónur, og tað við høvd og gørnum, skal eg heilsa og siga.

Hetta var ein sorgarsøga fyri Sørvág og alt Føroya Land. Vesturvón var stoltleiki føroyinga, og framleiddi skipið, sum tað fyrsta í søguni nakrantíð fyrstafloks flak til kræsnar gómar úti í heimi. Síðani kvotan glapp sørvingum av hondum, er Framherji farin at framleiða avhøvda, sum er eitt stórt afturstig -ja eg meini tað.

Hetta er bara eitt lítið dømi úr søguni síðani 2007. Ein góðan dag til øll.

Sakaris Zachariasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo