Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Vinna

VP bað um innlit í fundarfrásøgn hjá Fiskivinnuráðnum frá fundinum tann 18. juli 2019, og nú er innlitsumbønin svarað.

Hetta brotið úr fundarfrásøgnini er viðvíkjandi "Uppskot til kunngerð um áseting og útrokning av fiskiorku í sambandi við avhending og flyting av fiskidøgum og broyting av fiskifari."

Og viðvíkjandi hesum sigur Fiskivinnuráðið seg hava viðgjørt sama mál í 2011 og 2017.

Fiskivinnuráðið fýlist á, at týðandi broytingar verða sendar ráðnum dagin fyri ásettan fund. Hetta ger arbeiðsumstøður ráðsins torførar, tí at ráðið umboðar nógvar limir, sum skulu hoyrast.

Borytingin sum var send ráðnum mikudagin 17. juli viðvíkjandi støddaravmarking hjá línuskipum, hevur álvarsamar avleiðingar fyri tey reiðarí, sum umhugsa at keypa brúkt línuskip, sum tó eru nýggjari enn verandi skip.

Skotið verður upp, at ásetingin fyri línuskip, sum í verandi kunngerð er "Línuskip 600 og størri" verður broytt til: "Línuskip 600-2772".

Broytingin merkir, at skip størri enn 2772 ikki kunnu fáa fiskidagar í tí føroysku skipanini, og at størri skip als ikki hava atgongd til fiskidagaskipanina.

Fiskivinnuráðið vísur á, at kunngerðin um avhending av fiskidøagum frá 2004, 2005, 2011, 2018 og 2019 allar hava bólkað hesi skip sum "Línuskip 600 og størri".

Nýggja reglan merkir, at eitt ovara mark nú verður sett á línuskip, og hetta markið hevur ongantíð verið í kunngerðum um avhending undir fiskidagaskipanini.

Í 2011 varð gjørd ein kanning, sum segði at línuskip ikki gerast effektivari, hóast tað verður størri. Tí var kunngerðin fyri flyting av veiðiloyvum broytt soleiðis, at støddaravmarkingin fyri línuskip varð avtikin.

Kanningin segði, at ein eftirmeting skuldi gerast, men henda eftirmeting er ongantíð gjørd. Um hesar reglur skulu boytast, má ein eftirmeting gerast fyrst.

Sum støðan er nú, er einki sakligt grundarlag fyri at áseta eitt nýtt mark uppá 2772 fyri línuskip.

Á heysti 2017 var ætlanin at seta støddaravmarkingina innaftur í kunngerð um áseting av fiskiorku ísv. flyting av veiðiloyvum millum før yvir 15 tons.

Tá var ætlanin at áseta eitt mark uppá 3780, men tann ætlanin var slept aftur.

Drúgv viðgerð var tá av hesum spurningi. Fiskivinnuráðið vísur eisini til fundafrásøgn frá ráðnum og hoyringsskriv frá td. Felagnum Línuskip í tí málinum.

Fiskivinnuráðið vísur á, at broytingin kann vera ein forðing fyri, at línuflotin verður endurnýggjaður.

Tey nýggjastu línuskipini eru 30 ár og eldri, meðan fleiri av teimum eldru línuskipunum eru frá umleið 1960.

Hesin flotin krevur, at hann verður endurnýggjaður, men henda ásetingin kann gerast ein forðing fyri hesum.

Nýggja lógin um sjófeingi sigur, at alt tilfeingið skal førast til lands komandi árini. Eisini er krav um, at 20 prosent av fiskinum skal førast til lands við høvdi.

Hetta krevur størri skip, sum kunnu hagreiða og fáa alt av fiskinum til høldar. Henda kunngerðin stríður ímóti hesum endamáli.

Nøkur eldri norsk línuskip eru keypt til Føroya seinnu árini, og hetta hevur verið eitt framstig fyri flotan.

Tó verður hesin møguleikin skerdur munandi, tá at fleiri norsk línuskip, sum nú skulu skiftast út, eru størri enn 2772, og kunnu tí ikki virka í føroysku skipanini.

Við størri skipum gerast umstøðurnar hjá manningunum munandi betri (aloftast ótíðarhóskandi í dag).

Upprunaliga uppritið frá 3. juli segði at "uppskotið til kunngerð leggur upp til at seta í gildi somu reglur um at umrokna dagar fyri flytingar av fiskidøgum, sum eru galdandi fyri avhendingar av fiskidøgum".

Dagin fyri hoyringsfreistina var tó ein broyting gjørd, soleiðis at talan als ikki er um somu reglur, sum nú eru galdandi fyri avhending av fiskidøgum.

Fiskivinnuráðið mælir til at henda reglan verður strikað, og at eingin støddaravmarking er fyri línuskip.

Í aðramáta hevur Fiskivinnurðaðið ikki viðmerkingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo