Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Lesarin skrivar

Rættuliga stórur partur av viðgerð um dagsins evni ímillum fólk fer fram á Facebook.

Tíverri endar oftað viðgerðin um støðutakan til viðgerð av ávísum persónum, heldur enn innihaldið í uppskotinum.

Seinast sá eg skyldmannin Jákup Páll M. M. umrøða "tramp" á Traðarvegi.

Henda viðmerking fekk huga mín at leita víðari, og spurdi meg sjálvan:  Eyðun, hvar hevur tú trampað?

Jú eg byrjaði á dekkinum á Jóhonnu 17 ára gamal, lítil á vøkstri og kroppsveikur, men errin!

Stóð og trampaði í svelginum, vátasta pláss umborð, men eg fann fast undir fótum. Var við til at valuta til landi. Men framtíðarvánirnar á Gørðunum fánaðu.

Stóð og trampaði á dekkinum á Beinir hjá Kimbli. Ongin ríkur. Síðan trampaði á dekkinum á Marité hjá Uttara Handli, men sama skil, ongin ríkur.

Endaði handa partin við Norðstjørnuni hjá Torvald Andreasen í 1960, men-- ongin ríkur!

Var og trampaði á dekkinum á Hvilvtenni í 2003/04 á Flemich Cap og í Eysturgrønlandi á Rækjuveiðu, men onki ríkidømi. Skipið varð tí selt í Íslandi jan. 2004.

Endaði mítt tramp á sjónum umborð á Columbus á trolveiði eftir upsa í 2005, men har var heldur ikki lokkandi hjá fiskimonnum.

Tað var kortini ikki mín skyld, at fiskaríið var so vánaligt.

Tað, sum eg hugsi við hesum, er at vísa á viljan at fáa valuta til landi, heldur enn at brúka hann, hóast onkur sjálvsagt hevur neyðug  størv á landi.

Hetta ger ein føran fyri at standa á egnum beinum við fast undir føti og rygginum trygt ímóti!

Og so er spurningur mín:  Hvar hevur Jákup Páll M.M trampað, so hann hevur fast undir sínum fótum at taka hesa politisku støðu?

Í løtuni er lokkandi at sleppa við núverandi stásiligu skipum í uppisjóarvinnu, vinnu í Barentshavinum v.m.

Men hesi gullnám hava ikki altíð verið, og vit ána ikki, hvussu leingi hetta varir.

Onnur "gullnám" hava verið áður, men hava verið komandi og farandi.

So vit uppi á landi skulu vera varðin við álopum a fiskivinnuna. Tí missa tey virknu í vinnuni móti, so verður svangligt mangastaðni, og serliga í andskassanum!

Eyðun Viderø    14.11.2017

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo