At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vinna

Í samband við illveðri seinastu dagarnir, hevur eitt óhapp verið á aliøkinum á Gulanum uttanfyri Tórshavn, og illgruni er um at fiskur er sloppin úr tí eina ringinum.

Hesin fiskurin er nýliga viðgjørdur við heilivági ímóti laksalús, og verður tí frárátt at nýta henda fisk til matna.

Vanliga afturhaldstíðin til henda fisk til matna er 1. februar 2018. Fiskurin, sum møguliga er sloppin, vigar í miðal 1,8 kg, og skuldi hent seg at onkur hevur fingið fatur á laksi frá alibrúkinum, verður mælt til at beina henda burtur, boðar Bakkafrost frá í morgun.

Marner Nolsøe, djóralækni á Bakkafrost sigur við VP, at einir 100.000 fiskar vóru í nótini. Hann dugir ikki at siga neyvt, hvussu nógv er sloppið.

- Tað kann vera helvtin. Tað kann eisini vera meira, sigur hann.

Kavari hevur verið í ringinum, og holið í nótini er bøtt, upplýsir Marner Nolsøe fyri VP.

Bakkafrost hevur eina tilbúgvingarætlan í førum sum hesum, og partur av hesi ætlan er eisini, at roynast skal eftir slopna fiskinum við nót.

VP: Nyttar tað nakað?

Marner Nolsøe, Bakkafrost: Tað er ógvuliga ivasamt. Men vit hava skyldu at royna, so tað fara vit at gera.

Seinasti viðgerðardagur var 6. desember. Afturhaldstíðin er liðug 2. februar, og Marner Nolsøe sigur, at tað er týdningarmikið at fólk, sum møguliga fáa fatur í fiskinum áðrenn hetta, ikki eta hann.

VP: Kann tað vera vandamikið at eta laksin?

Marner Nolsøe, Bakkafrost: Hetta er ikki villur laksur. Hann verður viðgjørdur við heiligvági, og tað er bert ein lítil vika síðani at viðgerðin endaði. So fiskurin skal ikki etast, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo