Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Krutl

Lunges, squat, biceps, triceps... ja slík orð hoyri eg hvørt mánakvøld, tá eg eri til Pump Fit-venjing. Tað er altíð gott at venja eftir ein langan dag við skriviborðið í Kontórshavn... og so kanska fáa ein vælbryggjaðan cappuccino oman á.

Vit akademikarar hava tað strævið. Vit misunna verkafólkunum, at tey sleppa at vera so nógv úti, fáa fríska luft og gratis motión. Vit "cand.dit og dat'ar" mugu hinvegin gjalda fyri at venja... í sonevndum fitness-centrum – ella vælverumiðstøðum, um vit skulu vera meiri puristisk.

Fitness er fantastiskt. Tað er eitt slag av sjálvpíning. Eg píni meg sjálvan tíma eftir tíma – antin á spinning-súkluni, á mottuni ella á bonkinum. Hendan sjálvpíning er í grundini eitt slag av útreinsan... "katarsis". Summi halda, at fitness er vorðin ein nýggj religión – har vit tilbiðja okkara egna kropp! Tá eg gangi út gjøgnum hurðina í fitness-centrinum, eri eg sum endurskaptur. Fullur av gleði... dopamin, serotonin, melatonin, endorfin ella hvat alt nú eitur. Eg føli meg næstan sum ein endurrisin Jesus eftir ein túr á krossinum... (ok, hatta var blasfemiskt, eg veit).

Spinning er tað harðasta. Fyrr í tíðini var spinning eitt arbeiði, ið kundi geva eina lítla inntøku til fátøku húsarhaldini kring landið. Spinning er eisini nakað, frensar gera, tá teir liggja í sofuni – sum teir næstan altíð gera. Í dag gjalda vit í dýrum dómum fyri at sleppa at sveitta á kondisúkluni. Spinning er nevniliga bert eitt annað... coolari... orð fyri kondisúkling. Men í besta puristiska stíli benda vit orðið sterkt: Hann spinnur, hann spann, hann hevur spunnið. Vit satsa upp á, at vit eisini hava spunnið nakrar eyka mánaðir upp á lívið, tá vit einaferð koma móti endanum av lagnuteyminum.

Sofaløvurnar brøla, at tær vita betri: tann tíðin, vit (kanska) liva longri, verður brúkt upp til fitness – og væl tað. Finess er ein greið undirskotsforrætning í stóra lívsroknskapinum.

"Gakk ein túr!" vil kritikarin kanska siga: "Tað er ókeypis og tú fært fríska luft!" Ja, gaman í, men tá kanst tú ikki sita og eygleiða tín kropsliga framburð í gólv-til-loft-speglunum, ið sum eitt panopticon kransa alt venjingarhølið. Tú kanst heldur ikki vísa fram tín stramma afturpart, ið er úrslit av miðvísari freezing á súkluni.

Og er afturparturin ikki nóg strammur, ber til at fara til Strength, Sparta ella – sum eg – til Pump Fit. Tað rímar upp á pomfritt, men er alt tað umvenda. Her ber til at trimma lør, mjadnar og afturpart við væl doseraðum lunges ella squats. Eisini her eru spegl, so tú kanst njóta tín væl trimmaða (you wish!) kropp og tínar elefantu rørslur við vektunum.

Skalt tú hava eitt sindur meiri kjøt á yvirkroppin, ber til at tríva í biceps og triceps-venjingar av øllum handa slagi. Single row... triple row... ja, vit lata sum vit rógva við vektstongunum. Vit sleppa undan saltvatnssprutti og bløðrum á fingrunum, ið garparnir á Hvessingi ella Páll Fanga mugu tola fyri at blíva til nakað. Og skulu vit ordiliga sveitta, so gera vit extensions. Aftaná fái eg ordiliga hug at mussa mínar biceps frammanfyri míni spegilsmynd... "Spegil, spegil á veggi her, hvør hevur flottastu biceps í hesi verð?"

Okkara pump-fit venjari er strangur, men viðhvørt eisini fittur. Hann gevur okkum viðhvørt lítil andarúm, har vit skulu strekkja rygggeislarnar og hála ryggjabløðini frá hvørjum øðrum. Mínir tankar sveima móti flettingarborðinum, ið bíðar eftir mær komandi dagarnar. Eg kenni meg sjálvan hálvgum sum eitt flett krov, tá eg heingi í rimunum og strekki út eftir ein harðan venjingartíma. Milt sagt sperðlaður!

Kanska var tað ikki so snilt at fara bæði til Spinning og Pump Fit í kvøld. Tað eru fjallboð í morgin!!! Hvussu skal eg orka at knortla meg niðan á Klubban við gjøgnumsýraðum lørum og leggum? Kanska sleppi eg undan og kann í staðin brúka meg í pickup'inum saman við onkrum óskikkiligum border-collie. Hinir "ordiligu" bygdarmenninir, ið liva eitt lív í pakt við natúruna, kunnu renna fyri meg. Teir ganga ikki í fitness-centur, men teir hava fysiskt arbeiði og munnu tí orka nógv betri enn eg. Nógvir teirra hava eisini serstakliga væl útviklaðar biceps... tó at vektirnar, teir lyfta, einans viga 33cl og lætna so hvørt...

Vit fáa at síggja. Undir øllum umstøðum fáa tey fýrbeintu nógva venjing komandi dagarnar... men hjá teimum merkir orðið "sperðlaður" nakað heilt, heilt annað...

Nå, men eg má fitnessa víðari við góðum treysti, so eg við góðari samvitsku kann eta frálíka sperðilin frá beiggja mínum jólaaftan.

Sámal Matras Kristiansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo