Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Fyri 30 árum síðan, tann 25. november 1983 var Fjallavatn friðað smb. løgtingslógini um náttúrufriðing.

Við tí hepnaðist at tryggja eftirtíðina eitt av vakrastu vøtnum og náttúruøkjum í landinum. Mett verður annars at slíkur dýrgripur sum Fjallavatn og føroysk náttúra sum so ikki nýtist at friðast sambært lóg, tí hvør kann hava áhuga í at oyðileggja slíkt?

Men søgan er ein onnur, ið vísir seg at verða endurtikin. Í byrjan av 1980'unum vóru framskygd fólk, menn og kvinnur, ið tóku seg saman í áhugafelag við endamálinum at verja um og tryggja at føroysk náttúra ikki varð oyðiløgd, men at bæði núlivandi og ikki minni okkara eftirkomar eisini skulu hava somu vøkru og friðsælu náttúru til gagns.

Orsøkin til friðingina var at orkufelagið SEV hevði í ætlan at taka Fjallavatn til vatngymslu og har gera eina byrging til uppsavnan av vatni frá allar oynni. Tunlar skuldu borast frá Ravnagjógv og allar áir fram við Miðvági skuldu takast, Tjørnsdalsá og Kvíggjandalsá skuldu byrgjast upp fyri, og allir aðrir løkir og smærri áir líka vestur í Slættaneshaga skuldu leiða vatn í uppbyrgda Fjallavatn.

Lukkutíð høvdu vit nøkur fólk, ið ikki vildu góðtaka slíkt oyðingsverk. Flestu eru farin hagani, men skerst ikki burtur, at undangongumaður var Tórmður Dahl sáli, ið bardist til síðsta dag, at forða fyri at SEV eisini skuldi sleppa at oyða Eiðisvatn. Onnur fólk, ið gjørdu stórt arbeiði at verja Fjallavatn, var m.a. Erling Simonsen, sáli, Jóhan H.Winther Poulsen og brøðrunir Leivur og Brynjálvur Nattestad.

Á Grækarismessu 1983 varð Føroya Náttúru og Umhvrøvisverndarfelag sett á stovn, og gott hálvt ár seinri avgjørdi Yvirfriðingarnevndin at Fjallavatn skuldi friðast.

Í dag hava vit ein handilsligan dag nevndur Svarti Fríggjadagur. Eitt innflutt handilsligt átak at fáa fólk at keypa enn meira enn tey annars gera, og so at siga til onga nyttu. Og eisini í dag, henda Svarta fríggjadag 25. november 2016, just 30 ár eftir at Fjallavatn varð friðað, varð onnur dáragerð framd av SEV.

Orku- og ravmagnsfelagið, ið fyri ári síðan fekk Norðurlandaráðsins Umhvørvisvirðiløn fyri framskygt arbeiði at seta upp vindmyllur og battarískipan til at menna varandi orkuveitingina, og annars boðaði frá, at Føroyar í 2030 skulu hava 100% varandi orkuveiting, avgjørdi at keypa 4 nýggjar motorar til Sundsverkið, har illa dálkandi tungolja skal brennast av.

SEV boðar frá at teir skulu hava veitingartrygd, og at hon einans kann fremjast við fossilari orku - sjálvt um felagið Røkt í Vestmanna ítøkiligt kann vísa á alternativa loysn har vindorka skal nýtast at pumpa vatn millum byrgingar, og á tann hátt hava stóra orkugoymslu liggjandi.

Vit kenna orðalagið aftur hjá SEV frá byrjanini av 1980'unum. Einki ber til annað enn vatnorka, og vindmyllur kunnu slettis ikki nýtast í Føroyum.

Her vísti Røkt eisini gongda leið, og fekk við góðum stuðuli frá táverandi Oljumálaráðnum, sett upp 3 stórar vindmyllur. Síðan mátti SEV krúpa til krossin og seta aðrar myllur upp í Neshaga. Og gongdin hevur verið jalig síðan við øðrum vindmylluhópi og battarískipan í Húsahaga.

Fólk flest undrast, tó ikki bý- og bygdaráðslimir, at einki ber til annað enn tað SEV leggur fram.

Boðað verður frá, at eingin tøkni er tøk at geva veitingartrygd, sjálvt um fleiri tøkniligar loysnir eru tøkar á marknaðinum og enntá royndar í fleiri ár, og uttan nakran trupulleika.

Pumpuskipanir hava verið í nýtslu á nógv ár, men kunnu ikki nýtast her í landinum. Sólorkukyknir fær eingin loyvi til at binda í netið, og sjálvt um sjóvarfallsturbinur rigga væl, skal og má enki fremjast, uttan so at tað er SEV, sum skal standa fyri.

Vit høvdu eitt líknandi monopol inntil 1856, og vísti seg eftir tað, at tá fólk sluppu til verka mentist samfelagið almikið.

Tað kann tí tykjast rættuliga ørkymlandi at vit samtykkja Veðurlagssáttmála, luttaka á COP22 fundi og taka undir við at minka um útlát av veðurlagsgassum, meðan annar landsstýrismaður samstundis luttekur á oljumessu í London, og boðar frá nýggjum útboð til oljuleiting - meðan eingin minking sæst í málinum sett varð í Veðurlagssáttmálanum, at vit skulu minka CO2 útlátið við 20% inntil 2020 roknað frá 2005.

At Føroyar gerast 100% grønar við einans varandi orkukeldum í 2030, eru nokk rættuliga fáir føroyingar sum taka fyri fult - soleiðis sum SEV boðar frá henda Svarta Fríggjadag, at einasta loysn á ravmagnsveiting og trygd er illa dálkandi tungolja til dieselmotorar.

Gamalt er, at er fríggjadagur tann 13. í einum mánaði, eiga fólk at ansa sær. Vit hava nú fingið ein almennan fríggjadag nevndur Svartur Fríggjadagur. Hann er tann 25. november og til minnis um ein hin svartasta dag í Føroya søgu - dagin tá føroyingar søgdu forvæl til altjóða samfelagið og tess sameindu ætlan at fyribyrgja álvarsomu veðurlagsbroytingina og hóttan tess móti mannaættini.

Kári Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo