Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Fjarhitafelagið hevur brúk fyri einum dugnaligum starvsfólki at taka sær av vanligu umsitingarligu og fíggjarligu uppgávunum.

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt.

Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:
• dagliga bókhaldið
• avgreiðsla av kreditorum, MVG-uppgerðum, v.m.
• umsiting av lønum
• tíðarskeiðsroknskapir
• ársroknskapur
• uppfylging og fíggjarlig stýring av verkætlanum
• fíggjarætlanararbeiði saman við leiðslu felagsins

Til fyrimunar er, um tú
- hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
- hevur royndir innan almenna ella privata fíggjarumsiting  
- ert røkin, hevur góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til:

Fjarhitafelagið P/f
Smyrilsvegur 13
Postboks 3215
110  Tórshavn

ella í telduposti til: fjarhiti@fjarhiti.fo

Freistin at søkja starvið er 20. januar 2020. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Chr. Dam, stjóra, á tlf. 319559 ella 214062. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara: www.fjarhiti.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo