Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Útlendis ítróttur

Fyrrverandi Arsenal-venjarin Wenger heldur at fótbóltsídnaðurin er broyttur nógv seinastu 20 árini, og heldur at fjeppar og tær kommersiellu kreftirnar hava fingið størri og størri vald.

– Stuðlarnir eru meira altjóða. Lokalir fjeppar hjá til dømis Dortmund fara altíð at vilja síggja BVB. Men tá ið Ronaldo gavst í Real Madrid og fór til Juventus, fylgdu fjepparnir við honum til Juventus. Teir globalu fjepparnir hava størri áhuga í leikaranum enn í felagnum. Og tað gevur leikarunum størri vald. Neymar hevur um 170 milliónir fylgjarar á sosialu miðlunum. Sjálvur er hann sterkari globalt enn ligain, vísur Wenger á sambært ESPN.

Fyrrverandi Arsenal-venjarin at tær kommersiellu kreftirnar í feløgunum at enda fara at gera at fjeppanir fara at avgera hvørjir leikarar eiga at skiftast út – via sosialar miðlar.

– Tey komandi næstu fimm árini kann tað henda at sosialir miðlar gera at leikarar verða skiftir út í einum dysti. Kanna verður í hálvleikinum og avgjørt verður so hvørjir leikarar skulu skiftast út og hvørjir skulu halda áfram. Hetta verður framtíðin, sigur Wenger, og leggur afturat:

– Valdi hjá feløgunum verður minni og minni. Og tað er tí at ovasta leiðslan í feløgunum má styrkjast. Feløgini mugu taka upp bardagan móti ávirkaninni uttanífrá, heldur hann sambært grein sum er endurgivin á norska TV2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo