Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Eldraøkið hevur tørv á námsfrøðingum, so tey eldru, kunnu fáa meira innihald í dagin. Øll menniskju ynskja ein innihaldsríkan dag, soleiðis er eisini við teimum eldru.

Arbeiðsuppgávan
Arbeiðsuppgávan skal vera, at menna sosialar relatiónir saman við kreativiteti.

Tað vil siga, at námsfrøðingurin í relatiónini, kann finna útav, hvat tørvurin er og hvat tann eldri ynskir, innihaldið í degnum skal vera.

Hví námsfrøðingar
Tað er gott fyri tann eldra borgaran, at vera saman við námsfrøðingum, tí námsfrøðingurin dugir væl at seta seg inn í støðuna hjá menniskjanum og  er nærverandi. Fyrst og fremst er tað innihaldið í degnum, sum er umráðandi fyri lívsgóðskuna. Kroppur og sál hongur saman. Tað vil siga, at tann eldri borgarin skal, stimbrast kropsliga og sálarliga. Møguleiki skal vera, at fara til tiltøk, á kafe, vitja onnur eldratilboð osv.

Vit hava nøkur økir í landinum, sum eru frammanfyri og seta námsfrøðingar í starv og tað er at gleðast yvir. Serliga er tað dagtilboð, har námsfrøðingar eru.

Verandi eldratilboð
Í verandi eldratilboðum eru aðrir fakbólkar í starvið. Sjúkrarøktarfrøðingurin, heilsurøktarin og heimahjálpin. Hesir fakbólkar gera sítt besta og tað grundleggjandi sum røkt, heilivágur og matur er í hásæti.

Námsfrøðingurin skal gera nakað annað og tað er at fáa innihald í dagin.

Nærumhvørvið hevur stóran týdning. Nøkur av okkara eldru borgarum, eru flutt úr nærumhvørvinum og har kann námsfrøðingurin hava sína ávirkan, við at seta í verk og finna møguleikar. Fara túr við einum bólki og vitja í nærumhvørvinum, so tann eldri kann fortelja sína serligu søgu, úr nærumhvørvinum. Tað gevur gleði og harvið lívsgóðsku fyri tann einstaka og fyri felagsskapin.

Politikkarin skal hugsa um

Eldraøkið er lagt út til kommunurnar at umsita. Vit hava kommunuval fyri framman og tað sum kommunalpolitikarin skal hugsa um, er at seta námsfrøðingar í starv á eldraøkinum. Tað er skilagott at prioritera námsfrøði í bygd og bý og harvið fær tann eldri borgarin, eitt øðrvísi tilboð, har lívsgóðska er í hásæti. Hetta kann vera við til at fyribyrgja ymsar sjúkar, millum annað sálarsjúku.

Tann eldri  borgarin fær eina betri lívsgóðsku, við at hava nærveru, við onnur menniskju í sosialum samanhangum, við upplivingum og kreativiteti í degnum og harvið varðveita førleikar og vísdóm.

Halgerð Jacobsen, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo