Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Hósdagin 25. apríl er flaggdagur og í Fámjin har fyrsta føroyska flaggið Merkið hongur, verður altíð gjørt nógv burturúr, og í ár er einki undantak. 

Umframt at fleiri nýta høvi hendan dagin, at ganga gomlu bygdargøturnar til Fámjin, so ger Hvistan rættuliga fitt burturúr. Hvistan fer nevndliga at skipa fyri einum gongutúri og síðani einum rennitúri. Byrja verður í Bønhúsinum í Øravík, og hiðani liggur leiðin til Fámjin. Endamálið við hesum túrum er at eggja til økta rørslu, og eisini við tankanum hjá Fólkaheilsuráðnum um ABC fyri sálarheilsu í huga: ver virkin, vera saman, vera hugbundnan. 

Men sum nakað nýtt, so verður tað í Fámjin møguleiki at fara í heitan pott og sauna, tá ið komi verður á mál, tí Hvistan hevur fingið bæði heitan pott og sauna til Fámjin til flaggdagin, sum bæði kann nýtast av bygdafólkunum, teim vitjandi og sjálvandi teimum ið ganga og renna eisini. 

Havdypp, sum er áhugafelagsskapur fyri tey ið dáma at fáa sær ein stuttan svimjitúr á sjónum, verður eisini í Fámjin hendan dagin, og vegleiðir og hjálpir, soleiðis at fólk eisini kann royna havdypp. 

Kl. 15.oo er árliga og afturvendandi flaggdagshaldi, har tónleikur og røða verður á skránni. Tað er í ár Jenis av Rana, lækni og løgtingsmaður, ið heldur flaggdagsrøðuna í Fámjin. 

Øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini og eru tey ókeypis. Meira kunning um gongu, rennitúr, og eisini um heitan pott og sauna, finst á heimasíðuni hjá Hvistuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo