Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Onnur tíðindi

Høvuðsleikararnir í kærumálinum, Høgni Hoydal og John W. Joensen, avmyndaðir á Atlantic Fair týsdagin. Mynd: Norðlýsið

Føroya Kærustovnur hevur boðað Norðlýsinum frá at Fiskimálaráðið hevur ikki meira at viðmerkja í málinum.

Tann 20. mars í ár kærdi Fiskimálaráðið Norðlýsið fyri yvirskriftina ”Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur onga lógarheimild at geva undantaksloyvi” í samband við greinarøð um menningarkvoturnar í 2018.

Síðani hevur Norðlýsið svarað Fiskimálaráðnum og samskifti hevur verið í trimum umførum millum partarnar umvegis Føroya Kærustovn, skrivar Norðlýsið.

Fjølmiðlanevndin er samankallað at viðgera málið tann 28. mai.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo